Atlantsflog eigur eisini í ferðavinnu

Atlantsflog eigur eisini í ferðavinnu
Flogførini og tyrlurnar hjá Atlantic Airways eru bókað at vera verd 452 milliónir krónur
Atlantic Airways eigur, ella eigur í seks feløgum, sum á ein ella annan hátt fáast við ferðavinnu, millum annað í Hotel Hilton
 
03.12.2020 - 10:54

Atlantic Airways fæst ikki bara við flúgving, men eisini við ferðavinnu.

Í tilfari, sum Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur fingið frá flogfelagnum, sæst, at Atlantic Airways eigur, ella eigur í seks feløgum, sum á ein ella annan hátt fáast við ferðavinnu.

Atlantic Airways eigur partafelagið Hotel Atlantic 100 prosent. Hotel Atlantic leigar og rekur Hotel Hilton í Havn. Partapeningurin í Hotel Atlantic er 25 milliónir krónur

Tollfría sølan

Atlantic Airways eigur 50 prosent, tvær milliónir krónur, í Duty Free, 49 prosent, 500.000 krónur í Greengate Incoming, 31 prosent, 900.000 krónur, í Gjáargarði, 40 prosent, átta milliónir krónur, í Ognarfelagnum matr.nr.1332e, sum eigur Hotel Hilton í Havn, og 20 prosent, 212.500 krónur, í NAX.

Áður hevur flogfelagið átt í Gist og Vist, Norðlýsinum og Lakeside. Hotel Atlantic hevur sett 16 milliónir krónur í Ognarfelagið, sum eigur Hotel Hilton í Havn, 3,2 milliónir krónur í partapeningi og 12,8 milliónir krónur sum ábyrgdarlán.  

Flogførini og tyrlurnar hjá Atlantic Airways eru bókað at vera verd 452 milliónir krónur. Og felagið hevur tveir langtíðarleigusáttmálar um A320neo flogfør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887