Hægstirættur staðfesti revsingina

Hægstirættur staðfesti revsingina
Maðurin skal vera á psykiatriskari deild uttan tíðaravmarking, ella ásetta tíð, tí dómurin skal við jøvnum millumbili endurskoðast
Hægstirættur staðfesti revsingina í nevningatinginum í Føroya rætti
 
09.12.2020 - 16:25

Hægstirættur staðfesti í dag revsingina, sum ein maður fekk í einum nevningating í Føroya rætti í summar.

Revsingin er, at maðurin skal vera á psykiatriskari deild uttan tíðaravmarking, ella ásetta tíð, tí dómurin skal við jøvnum millumbili endurskoðast.

Verji mansins, Petur Even Djurhuus, helt, at revsingin var ov hørð, og hann skeyt dómin inn fyri Hægstarætt við kravi um linari revsing.

Hann bað um tíðaravmarkaðan viðgerðardóm. 

Sambært slíkum dómi kundi maðurin verið leysur um hálvt fjórða ár, tí hann hevur longu verið hálvtannað ár í varðhaldi.

Ríkisadvokaturin umboðaði ákæruvaldið í Hægstarætti.

Legði á starvsfólk

Maðurin, sum er sjúklingur á Psykiatrisku deild í Havn, var ákærdur fyri 22.juni í fjør at hava lagt á eitt starvsfólk á deildini, meðan tey gingu á gøtuni vestan fyri Sandá, sum er áin millum Havnina og Argir.

Maðurin varð ákærdur fyri drápsroynd, men frídømdur fyri hana í nevningatinginum í Havn í summar.

Hann varð tó dømdur fyri grovan harðskap í tveimum førum og vanligan harðskap í trimum førum. 

Hetta er endaligt og kann ikki roynast í hægri rætti.

Men revsingin kann roynast, og tað varð hon. Men úrslitið bleiv tað sama.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691