40 prosent læna meira enn tríggjar milliónir

40 prosent læna meira enn tríggjar milliónir
Sethúsaprísirnir hava við sær, at nógv meira verður lænt úr peningastovnunum
Í fjør læntu meira enn 40 prosent av øllum teimum, sum tóku lán, meira enn tríggjar milliónir krónur
Mynd: Savnsmynd  
 
14.12.2020 - 15:10

At sethúsprísirnir eru hækkaðir seinastu árini, hevur havt við sær, at peningastovnarnir hava játtað munandi størri lán.

Í 2018 læntu 27 prosent av øllum, sum stovnaðu lán, meira enn tríggjar milliónir kr., men í fjør læntu meira enn 40 prosent av øllum teimum, sum tóku lán, meira enn tríggjar milliónir kr.

Tøl hjá Landsbankanum vísa, at í fjør hava nógv eisini lænt meira enn fýra og fimm milliónir kr. til sethús. Eitt húski kann vanliga læna hálva fjórðu ferð árligu inntøkuna fyri skatt.

Flestu húski skylda lítið

Umleið 600 húski skylda í løtuni millum tríggjar og fýra ferðir inntøkuna, 200 húski skylda millum fýra og fimm ferðir inntøkuna, og 400 húski skylda meira enn fimm ferðir inntøkuna, sigur Landsbankin.

Flestu húski hava kortini lítla skuld. 93 prosent av húskjunum skylda minni enn tríggjar ferðir inntøkuna. Tí bendir lítið á, at húski, sum hava stóra skuld, eru ein váði fyri fíggjarliga støðufestið.

Hóast tað ikki er ein váði hjá peningastovnunum, at summi húski hava stórt skuldarlutfall, kann tað hava stóran týdning fyri einstaka húskið, um mánaðarligu útreiðslurnar til lán brádliga verða ov stórar,  sigur Landsbankin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819