- Eg seti meg enn á aftasta bonk í skúlanum

 
21-01-2021
biitGrein
P2
Stríðið, sum ikki sæst
- Eg seti meg enn á aftasta bonk í skúlanum
Drós fekk angist í 8. flokki, og so spakuliga broyttist tann annars so vanligi gerandisdagurin hjá Drós.
Óluva Nolsøe Joensen

Sum smágenta var Drós altíð friðarlig. Saman við sínum javnaldrum gekk hon í skúla, og í frítíðini íðkaði hon nógvan fimleik. Tað var ikki fyrr enn í 8. flokki, at tilveran bleiv trupul. 

 

- Eg byrjaði at fáa tað trupult við at leggja fram í skúlanum. Eg gavst við at koyra hondina upp, tá ið lærarin spurdi spurningar út í flokkin. Eg legði eisini merki til, at eg brádliga fekk hug at gráta, um onkur setti mær óvæntaðar spurningar. Tá eg so byrjaði í framhaldsdeildini, fór mín ótti av álvara at gera um seg, sigur Drós bersøgin. 

 

Tá ið Drós gjørdist tilvitað um sína angist, merkti hon eisini, hvussu familjan eisini gjørdist tilvitað um sálarligur trupulleikarnar hjá Drós.

 

Angistin tyngdi so spakuliga gerandisdagin hjá Drós - men eisini hjá familju hennara. 

 

“Eg megnaði ikki at rætta hondina upp í tímanum"

 

- Eg minnist, at familjan hugsaði um mína støðu, sum var tað nakað, ið fór at ganga yvir. Tey kravdu, at eg skuldi rætta hondina upp í tímanum, hóast eg ikki kláraði tað. Tey vildu hava meg at fara upp ímóti tí, gloyma tað og koma víðari. Eg vænti, at tey kravdu hetta av mær, tí tey hildu tað vera mítt smædni, ið forðaði mær. Men mín veruleiki var ein heilt annar; eg megnaði ikki at rætta hondina upp. Eg var altíð sera bangin. Eg hugsaði nógv um, at eg ikki livdi upp til tað, sum familjan og skúlin kravdu av mær. 

 

"Eg hevði onkran vin, sum viðhvørt fekk panikk-angist, men tað var ongantíð soleiðis hjá mær"

 

Drós hugsaði nógv um skúlan og tey krøv, ið vórðu sett henni. Hóast hon einki hevði fortalt floksfeløgunum, so vistu teir væl, hvussu hon hevði tað. Tað var kanska ikki so løgið, tí Drós sat altíð á aftasta bonki í skúlanum. Hon slapp eisini undan at leggja fram, tí hon kláraði ikki, at øll hugdu at sær.

 

- Eg hevði onkran vin, sum viðhvørt fekk panikk-angist, men tað var ongantíð soleiðis hjá mær. Hóast eg ikki svímaði ella fekk panikk-angist, so føldi eg kortini óttan; mín andadráttur broyttist, og eg fór at gráta. Tá eg kom í 9. flokk fekk eg eisini sersømdir frá lærarunum. Eg slapp at fara út úr skúlastovuni, um eg føldi, at tað bleiv ov nógv. Mínir lærarar avtalaðu, at teir skuldu ikki velja meg til at svara óvæntaðum spurningum. Eg bleiv frítikin frá framløgum inni í flokkinum, og eg slapp at leggja fram uttanfyri flokshølið, har tað bara vóru eg og ein lærari. Av tí sama bleiv tað lættari hjá mær at sissa meg sjálva inni í tímanum.

 

Drós heldur tó ikki, at tær mongu sersømdirnar frá lærarunum hava havt eina neiliga ávirkan. Harafturímóti føldi hon, at hini í flokkinum vóru stuðlandi og góðtóku, at hon hevði serligar avtalur við læraran.

 

- Eg føldi aldrin, at eg misti nakað. Um eg skal koma í tankar um nakað, so kanska tað hevur havt eina neiliga ávirkan á míni evnir at leggja fram. Men eg fekk alt við, sum gekk fyri seg í undirvísingini. Um hini í flokkinum hava hildið tað verið órættvíst, tað veit eg ikki, men tey søgdu ongatíð nakað um tað. Eg haldi, at tey vóru ordiliga skiljandi. Tað var onkuntíð, at eg segði við onkran í flokkinum, at eg ikki kundi vera við til at leggja fram. Tá tey spurdu meg hví, so segði eg bara, at eg hevði eina avtalu við læraran um tað, og tað góðtóku tey. 

 

“Tað viktigasta fyri meg var tryggleikin"

 

Hjá Drós var tíðin í framhaldsdeildini sera merkt av sálarligu avbjóðingunum. Hon dugdi ikki at seta orð á, hvat tað var, sum gjørdi um seg í kroppinum. Smáar viðmerkingar so sum, hvørjum klæðum hon gekk í, kundu vera við til at oyðileggja dagin. 

 

- Eg var altíð ógvuliga bangin fyri, hvat onnur fólk hugsaðu. Eg bleiv so nervøs av, at eg ikki dugdi at lesa teirra tankar og finna fram til, hvat tey veruliga hildu um meg. Tá eg royndi at greiða frá hesum óttanum, fekk eg altíð sama svar. Eg fekk altíð at vita, at fólk høvdu nóg mikið í sær sjálvum, so tey gjørdu sær ikki far um meg, men mín hugsan var ein onnur. Eg føldi veruliga, at øll altíð løgdu merki til mín og stardu eftir mær. Tað kláraði eg als ikki, og tað geri eg framvegis ikki. Eg fekk tí eisini loyvi at seta meg á aftasta bonk í skúlanum, og har siti eg enn, hóast eg nú gangi á triðja ári á miðnámi. Men av tí, at eg hevði so góðar lærarar, sum royndu at skilja mína støðu, so merkti eg ein ávísan tryggleika. Og tað viktigasta fyri meg hevur altíð verið tryggleikin.

 

 

“Eg hevði fast pláss í stovuni, eisini sjálvt um hini fluttu runt"

 

Drós greiðir frá eini hending, har ein drongur úr fólkaskúlanum setti henni ein óvæntaðan spurning, sum fekk hana at steðga upp.

 

- Eg ræddist altíð tað óvæntaða. Eg føldi ikki, at eg hevði kontroll, um eg brádliga fekk ein spurning frá læraranum. Ein skúladag, tá ið allur flokkurin hevði verkætlan, fingu vit uppgávuna at seta hvørjum øðrum spurningar. Eini drongurin í flokkinum setti mær ein spurning. Eg var ikki fyrireikað og bleiv tí illa við. Eg minnist enn kensluna. Eg steðgaði bara upp og fekk ikki eitt orð fram. Eg minnist eisini, hvussu øll vendu sær og hugdu, tí tey væntaðu, at eg fór at koma við einum svari, men tað kom ongantíð. Aftaná tíman kom sami drongur yvir til mín. Hann bað um umbering fyri at hava sett mær óvæntaða spurningin. Eg bleiv kløkk, men eg fekk eisini játtað, at mínir floksfelagar vistu, hvør mín støða var. Eg fortaldi tað ongantíð sjálv, men eg vænti, at tað hevur verið sjónligt. 

 

Tey seinastu árini í fólkaskúlanum vóru  byrjanin til lívið við angist, greiðir Drós frá. Tí hóast umlagdar skúladagar, sersømdir og serligar framløgur, hevði óttin vunnið sær fastatøkur í Drós. 

 

- Tey seinastu árini í fólkaskúlanum vóru sera hørð at koma ígjøgnum. Eg, saman við mammu, valdi tí at fáa mær sálarliga hjálp. Eg visti, at tað ikki var rætt at ræðast samveruna við onnur, og eg visti væl, at mínir tankar vóru irrationellir. Sálarfrøðingurin lærdi meg tí at skilja, læra og arbeiða ímóti tonkunum. Eg lærdi, hvussu eg kundi flyta fokus, og hvussu eg kundi læra at gera nakað gott fyri meg sjálva. Í samband við skúlan brúkti eg mest tann hentleika, sum fevndi um at flyta fokus. Eg royndi at lata vera við at stressa um framløgurnar og í staðin læra meg at góðtaka, at eg var bangin. So við og við leyp eg eisini út í truplar støður, hóast eg føldi nógv til mín ótta. Aftaná 9. flokk tók eg mær eitt ár, har eg bara hugsaði um at arbeiða við mínari angist.

 

“Eg hugsaði altíð, at sálarhjálp var bara fyri tey, sum høvdu ekstremar trupulleikar"

 

Við hjálp frá sálarfrøðingi byrjaði Drós at skilja, hvat tað var, sum hendi við sær. Hon fekk eisini at vita, at tað var rættiliga vanligt, at slíkir tankar byrja, tá vit koma í tannárini, tí tá koma nýggjar avbjóðingar undan kavi. Drós greiðir frá, at m.a. hormonini eru við til at leggja lunnar undir ymsar sálarligar trupulleikar hjá ungum.

 

Men hóast góða hjálp í 9. flokki, gjørdist tilveran tung, tá Drós byrjaði á Glasi. 

 

Ein partur av óttanini hjá Drós, hevur altíð verið tunglyndi. Hetta gjørdist hon tilvitað um, og hon varnaðist, at hon hevði lætt við at detta í eina ónda ringrás.

 

Tað var tí ógvuliga týdningarmikið fyri hana at vinna sær førning til at sleppa burtur úr óndu ringrásini. Men tað er ikki altíð líka lætt, og tað mátti hon ásanna, tá hon fór á miðnám.

 

- Tá eg byrjaði á Glasi, setti eg meg á aftasta bonk, sum eg var von. Eg kláraði ikki, at fólk skuldu síggja mín telduskíggja. Tað ger tað trupult hjá mær at hugsavna meg, og eg fái tí heldur ikki tað sama burtur úr undirvísingini. Aftasti bonkurin er blivin mín tryggleiki. Hóast eg ikki beinleiðis føldi tann sama óttan sum í fólkaskúlanum, so merkti eg framvegis nervøsitetin í kroppinum. Mín angist gjørdi ræðuliga nógv um seg fyri einum ári síðan, og eg vendi mær tí til mín lestrarvegleiðara á skúlanum. Eg greiddi honum frá, at eg ynskti at skifta flokk, tí eg treivst ikki. Hetta var tó ikki ein møguleiki, men hann bjóðaði mær nakrar samrøður hjá sálarfrøðingi á skúlanum. Eg minnist, at eg hugsaði, at sálarhjálp bara var fyri tey, sum høvdu ekstremar trupulleikar. Men eg takkaði ja, hóast eg hevði blandaðar kenslur. Eg visti væl, hvat tað innibar at ganga hjá sálarfrøðingi, men eg hugsaði ikki, at eg hevði ein serliga stóran trupulleika.

 

“Tá harðast leikar á, ber sum oftast til hjá mær at flýggja úr mínum egna høvdi og niður í bókina"

 

Drós hevði fimm samrøður við sálarfrøðingin. Hon fekk tað eitt sindur betri, og sum árið gekk, tók hon seg nógv fram. Tað vóru smá fet, sum gjørdu, at hon megnaði at fáa tað betri og halda fram í skúlanum.

 

Sálarfrøðingurin tosaði nógv um, hvat er gott fyri bæði høvd og sinn. Til dømis skuldi Drós læra seg at góðtaka, at hon viðhvørt hevði brúk fyri serliga nógvum friði. Hetta lærdi hon seg, og heima dámdi henni væl at fara inn á kamarið og seta seg í friði við einari góðari bók. 

 

- Eg eri ein ógvuliga introvertur persónur. Mær tørvar frið - eisini frá familjuni. Hóast tryggleikin er umráðandi fyri meg, so dámar mær væl at sita á kamarinum púra einsamøll. Tað, sum eg havi lært hjá sálarfrøðinginum, er, at tað er umráðandi fyri meg at flyta fokus. Hetta megni eg best, um eg havi eina bók ella eina seriu at hugsavna meg um. Í skúlanum havi eg tí eisini eina bók í taskuni. Tá harðast leikar á, ber sum oftast til hjá mær at flýggja úr mínum egna høvdi og niður í bókina. 

 

Tær flestu tilgongdirnar viðvíkjandi óttanum eru í dag burtur, men Drós brúkar tó enn nøkur amboð at temja angistina. 

 

- Eg byrjaði at taka meg fram. Eg fekk sálarhjálp og sá eisini, at tað var ikki nøkur skomm. Áðrenn hugsaði eg, at sálarhjálp var nakað neiligt, men nú dugi eg veruliga at síggja, hvussu neyðug hjálpin kann vera. Ein hentleiki, sum eg enn brúki at fyribyrgja mínum ótta, er plássið á aftasta bonki. Eg seti meg enn á aftasta bonk í skúlanum. Eitt annað amboð er flýggjanin úr høvdinum. Eg brúki tá eina góða bók. 

 

“Eg tori illa at fara út sjálv. Eg havi altíð onkran við mær"

 

Hóast skúlin hevur fylt nógv í lívinum hjá Drós, so vóru tað eisini aðrar støður, ið framkallaðu hennara angist. Millum annað stórar mongdir av fólki sum til dømis familjuføðingardagar. 

 

- Eg tori illa at fara út sjálv. Eg havi altíð onkran við mær.  Eg eti sjáldan í matarsteðginum, og eg eti heldur ikki á matstovu. Mær hevur ongantíð dámt at etið saman við nógvum fólki. Eg fái tað óbehagiligt og føli, at øll hyggja eftir mær, meðan eg eti. Matur hevur ofta verið ein trupulleiki fyri meg. Eg havi altíð verið ógvuliga kræsin. Eg haldi altíð, at man sær so løgin út, tá man etur. Eg havi eisini altíð óttast hugsanina hjá hinum - also viðvíkjandi hvat eg eti. Um eg eti bomm, so hugsi eg beinanvegin, at hini halda meg vera ósunna ella okkurt líknandi. 

 

“Eg eri blivin góð til at skumpa allar kenslur til viks"

 

Sum ein part av at arbeiða við sínari angist hevur Drós lært seg at hugsa meira rationelt. Og hon hevur lært seg at skumpa sínar kenslur til viks, tí hon vil ikki føla tær.

 

Tá ið hon noyðist út einsamøll, merkir hon ofta, hvussu óttin spakuliga vinnur seg inn á hana.

 

- Av tí at angistin ikki bara hvørvur, fari eg nokk altíð at merkja ræðslu innan í mær. Eitt dømi er tankin um at fara út einsamøll. Eg kann royna at flyta fokus og fara út, hóast eg ræðist tað, men tað broytir tó ikki kensluna inni í mær. Eg havi lært meg at liva við mínum ótta, og tað er nakað, sum altíð fer at fylgja mær. Tá ið eg eri í støðum, sum framkalla mína angist, merki eg, hvussu nervøsiteturin dregur meg at sær. Andadrátturin verður títtari, og hjartað byrjar at hoppa. Tankarnir verða ógvuliga flákruttir, og allir mínir nervar spíla seg út. Kroppurin fer at ristast. Og tá eg havi lætt við at fella tár, so trokar gráturin seg næstan altíð fram. Ein slík uppliving tekur langa tíð at koma yvir. Hon setir síni spor, og eg verði øgiliga móð. Slíkum støðum møti eg enn, men nú dugi eg nógv betur at fáa kontroll á mær sjálvari. 

 

Drós hevur aldrin beinleiðis fingið staðfest angist. Og tó...

 

- Eg fekk aldrin reiðiliga diagnosuna angist, men tá eg gekk til sálarfrøðing í 9. flokki, segði sálarfrøðingurin, at hon helt, at ábendingar vóru um sosiala angist. 

 

Nú, tá ið Drós er blivin eldri, hevur hon lært seg at arbeiða við trupulleikanum. Hóast hon hevur fingið sálarliga hjálp, er angistin ikki burtur. 

 

- Sjálvandi merki eg enn mína angist. Men tá ið eg til dømis skal leggja fram, so er tað gott, at eg nú havi lært at skumpa ræðandi kenslurnar til viks. Hjá summum kann tað vera skaðandi, men í mínum føri hjálpir tað mær, og tí síggi eg tað ikki sum nakað neiligt.

 

“Fyrr kundi eg verða flov av, at umheimurin visti um mína angist, men í dag eri eg bara takksom fyri tað"

 

Fyri at vinna á angistini varð Drós noydd til at vera opin.

 

Hon greiddi vinkonunum frá, hvussu hon hevði tað. Eisini hóast tær ikki altíð skiltu hana. 

 

-  Eg fekk nógva hjálp heima. Hóast eingin veruliga skilti meg, so fekk eg eisini hjálp frá vinum. Vinkonurnar komu við mær, um eg skuldi okkurt, og tær gjørdu eisini ymiskt fyri meg, um tær sóu, at eg ikki megnaði tað. Tað var ordiliga deiligt, tí eg føldi, at eg var trygg saman við mínum nærmastu. Eg havi havt eitt gott trygdarnet rundan um meg, og tað eri eg sera takksom fyri. Tey hava roynt at skilt, lært og viðhvørt trýst meg eitt sindur víðari, men eisini góðtikið, um eg ikki havi klárað eitthvørt. 

 

“Tá ið tú stríðist við angist, er tað umráðandi, at tú fært tann friðin, sum tær tørvar"

 

Opinleiki er sera umráðandi, men Drós heldur eisini, at tað er gott, um fólk vita, hvussu man skal fara við einum menniskja, ið stríðist við angist.

 

- Tað, sum hevur hjálpt mær mest, er sjálvandi hjálpin frá sálarfrøðingunum. Tann stuðul, ið eg havi fingið, er eisini orsøkin til, at eg eri komin so langt, sum eg eri. Tú hjálpir best einum við angist, tá ið tú letur vera við at fortelja teimum, hvat er rætt, og hvat er skeivt. Ikki seta spurnartekin við tað, sum tey óttast. Royn heldur at sissa tey. Tað nýtist ikki altíð at vera so nógvur dialogur, men heldur eitt skiljandi eygnabrá. Fyri mítt viðkomandi hevur besti heilivágur verið friðurin. Teir dagar, har eg merki nógv til mín ótta, vita míni nærmastu eisini, at mær tørvar frið.

 

Drós leggur dent á, at familjan og ein sjálvur ikki altíð megna at handfara trupulleikan. Tí er tað ikki ein skomm at leita sær eftir sálarfrøðiligari hjálp.

 

- Tað er eyðsæð, at við sálarhjálp megnar man at hjálpa nógvum fólki, ið stríðast hvønn dag, sigur Drós at enda.

 

- Hóast tankin um sálarhjálp kann tykjast ræðandi, so er tað eisini umráðandi, at vit onkuntíð leypa út í tað, hóast tað følist fremmant. Ein kann kenna seg býttan og óttafullan, men tað er umráðandi, at vit aldrin gera okkara egna trupulleika minni verdan enn tann hjá øðrum. Øll, sum stríðast, hava uppiborið at fáa tað gott, og tí er tað umráðandi at seta prís upp á ta hjálp, sum er tøk.

 

Drós er dulnevni. Høvundurin kennir navnið á kelduni.

#438ba8
Óluva Nolsøe Joensen
Eitt stutt prát við sálarfrøðing um sálarheilsuna hjá ungum í dag.
04-02-2021
Grein
P4
Óluva Nolsøe Joensen
Alt tað, sum Julia minnist, hevur pápi hennara drukkið illa.
28-01-2021
Grein
P3
Óluva Nolsøe Joensen
- Eg sá bara eina stóra og tjúkka gentu, sum mátti revsast fyri at havi etið ov nógv.
14-01-2021
Grein
P1