Eingin smitta á Boðanesheiminum longur

bannari
Eingin smitta á Boðanesheiminum longur
Deildin læt uppaftur í morgun, og nú ber aftur til hjá avvarðandi at vitja
Allar kanningar staðfesta, at eingin er smittaður á Boðanesheiminum
 
14.01.2021 - 11:17

Nú er eingin koronusmitta á Boðanesheiminum, boðar Tórshavnar kommuna frá.

Starvsfólk og búfólk á deildini á Boðanesheiminum, har eitt starvsfólk  fekk staðfest koronu, eru øll kannað hvønn dag í farnu viku og aftur í gjár.

Allar kanningarnar staðfesta, at eingin er smittaður á deildini.

Læt uppaftur í morgun

Nøkur starvsfólk og øll búfólk á deildini, har viðkomandi starvsfólk arbeiðir, hava verið í sóttarhaldi, og deildin hevur verið stongd fyri vitjandi.

Deildin læt uppaftur í morgun, og gerandisdagurin er nú aftur sum vant við teimum koronutilráðingum, sum eru.

Avvarðandi kunnu nú aftur vitja á deildini, sigur Tórshavnar kommuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585