Fyrsti tingfundurin í ár verður týsdagin

Fyrsti tingfundurin í ár verður týsdagin
Løgtingið fer at atkvøða um at yvirtaka politiið og landslæknaembætið
Tingið hevur verið í jólafrí, men nú verður tingarbeiðið tikið uppaftur
 
14.01.2021 - 09:28

Fyrsti løgtingsfundur í 2021 verður týsdagin.

Løgtingið skal tá atkvøða um tvær yvirtøkur.

Tjóðveldi vil yvirtaka politiið og landslæknan, landslæknan longu á ólavsøku í ár og politiið 1.januar í 2022.

Tjóðveldi mælir til at broyta lógina um ræði á málum og málsøkjum, so løgregla, ákæruvald og brotsmálaumsorgan og landslæknaembætið, eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum, sjúkufyribyrging, sinnissjúkraviðurskifti, líkskoðan, vevnaðarflutningur, euforiserandi evni, sjúklingarættindi og eftirgjørdur gitnaður koma undir føroyskt ræði.

Bara Høgni tekur undir við málinum

Allir í Uttanlandsnevndini uttan Høgni Hoydal mæla frá at samtykkja yvirtøkurnar.

Uppskotini hava verið leingi á veg. Tey vórðu løgd fram beint eftir ólavsøku í fjør.

Í álitinum hjá Uttanlandsnevndini stendur millum annað, at Politistafelagið ikki vil hava yvirtøkuna nú. 

Politistar stúra fyri, hvussu verður við pensjónsviðurskiftum, eftirútbúgvingarmøguleikum og øðrum, um málsøkið verður yvirtikið.

Mikudagin fer løgtingið at viðgera bústaðarpakkan hjá landsstýrinum.

Nevndarfundir

Fíggjarnevndin hevur fund í allan dag um avgjaldslættarnar hjá teimum, sum fáa sær elbil ella hitapumpu ella byggja ella umbyggja leigubústaðir.

Nógv hava fingið fundarboð frá Fíggjarnevndini, bæði tey, sum selja grøna orku, brúka hana og tey, sum verja náttúruna.

Og Vinnunevndin fer aftur týsdagin í næsta viku um uppskotið hjá átta tinglimum úr andstøðuni um at javnseta møguleikan hjá samkyndum foreldrum at fáa barsilspening við møguleikan hjá hinskyndum.

Vinnunevndin hevur fingið freist til 20.januar at koma við áliti.

Vinnunevndin hevur havt málið um barsil og samkynd síðani 17.november.

Uppskotið varð lagt fram 20.oktober.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585