Uppskot um at velja nevndirnar av nýggjum

Uppskot um at velja nevndirnar av nýggjum
Neyðugt er at velja allar nevndirnar, um Eyðgunn Samuelsen skal fáa sæti í Uttanlandsnevndini og Landsstýrismálanevndini
Tingið fer í dag at atkvøða um eitt uppskot um at velja allar nevndirnar av nýggjum
 
21.01.2021 - 08:46

Løgtingið skal í dag atkvøða um eitt uppskot um at velja nevndirnar hjá tinginum av nýggjum.

Skal Eyðgunn Samuelsen, sum er komin í tingið fyri Heðin Mortensen, taka við sessum hansara í Uttanlandsnevndini og Landsstýrismálanevndini, skulu allar nevndir veljast av nýggjum.

Tí í teimum báðum nevndunum, Uttanlandsnevndini og Landsstýrismálanevndini, ber ikki til at skifta nevndarlimir í ótíð.

Serligar nevndir

Tær báðar nevndirnar eru sambært tingskipanini nevndir, har varafólk, sum tekur sæti á tingi fyri tingfólk í farloyvi, ikki samstundis kann taka við nevndarsessunum.

Tí løgtingið skal beinleiðis velja nevndarlimirnar í Uttanlandsnevndini og Landsstýrismálanevndini. Og tað kann bara gerast, um allar løgtingsnevndirnar verða valdar av nýggjum. 

Um tað skal gerast, skal løgtingið atkvøða um seinnapartin. 

Tingfundurin í dag er kl.13.30.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964