900 bilar brúka framvegis Norðskálatunnilin

900 bilar brúka framvegis Norðskálatunnilin
Tá ókeypis var at koyra í Eysturoyartunlinum, koyrdu 7.500 bilar um samdøgrið, men talið fór niður um helvtina, tá gjaldsskipanin kom
Í viku fýra, sum byrjaði 25.januar, koyrdu 3.223 bilar norður og suður í Eysturoyartunlinum og og 541 tvørtur um Skálafjørðin
 
16.02.2021 - 10:24

900 bilar um dagin brúka Norðskálatunnilin í staðin fyri Eysturoyartunnilin.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur svarað Jaspuri Langgaard, løgtingsmanni, um ferðsluna í Eysturoyartunlinum. 

Meðan ókeypis var at koyra í Eysturoyartunlinum, koyrdu yvir 7.500 bilar í miðal um samdøgrið í tunlinum.

Men talið fór niður um helvtina, tá gjaldsskipanin kom.

Fyrstu vikuna var miðaltalið 2.741 um dagin á norður-suður leiðini og 410 akfør í miðal tvørtur um Skálafjørðin.

Kunngera ferðslutølini hvønn mánað

Í viku trý, sum byrjaði 18.januar, koyrdu í miðal 3.108 á norður-suður leiðini og 539 tvørtur um Skálafjørðin.

Í viku fýra, sum byrjaði 25.januar, vóru tølini 3.223 og 541 akfør.

Jørgen Niclasen sigur, at Tunnilsfelagið ætlar at almannakunngera ferðslutølini mánaðarliga, eins og gjørt verður við Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.

Hann sigur, at í hinum báðum undirsjóvartunlunum er ferðslan minst í desember og januar.

Landsstýrismaðurin sigur, at Landsverk mennir ein kostnyttu- og CO2-myndil. Hann verður liðugur í summar. Tá ber til at siga, hvør samfelagsnytta er í Eysturoyartunlinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652