Skulu sita í varðhaldi fýra vikur aftrat

Skulu sita í varðhaldi fýra vikur aftrat
Teir fýra menninir eru skuldsettir fyri avnoyðslu og frælsistøku við tí endamáli at fáa vinning burturúr
Ein av teimum skuldsettu hevur kært úrskurðin í Føroya rætti um at leingja varðhaldsfongslingina til landsrættin
 
19.02.2021 - 13:47

Fýra menn hava fingið fýra vikur afturat hvør í varðhaldi. Tríggir teirra eru í varðhaldi í Danmark og ein í Føroyum.

Tveir játtaðu sjálvbodnir uttan rættarfund, at varðhaldsfongslingin heldur fram.

Í morgun var rættarfundur um hinar báðar. Annar tók við úrskurðinum um varðhaldsfongsling. Hin kærdi til Eystara landsrætt.

Tríggir hava sitið síðani 21.januar og tann fjórði síðani 12.januar.

Skuldsettir fyri frælsistøku

Menninir eru skuldsettir fyri avnoyðslu og frælsistøku við tí endamáli at fáa vinning burturúr.

Tveir eru harafturat skuldsettir fyri at hava rúsevni í varðveitslu.

Menninir, tríggir føroyingar og ein dani, eru 23, 24, 28 og 46 ára gamlir.

Menninir eru skuldsettir fyri avnoyðslu og frælsistøku, tí teir skulu hava tikið ein mann inn í ein bil í Havn og sagt, at hann skyldaði teimum pengar. Skuldin var 300.000 kr.

Menninir nokta seg sekar í skuldsetingunum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851