Samband aftur millum partarnar

Samband aftur millum partarnar
Sálarfrøðingarnir hava sent nýtt uppskot til Fíggjarmálaráðið
Samráðingarnar millum felagið hjá sálarfrøðingunum og Fíggjarmálaráðið slitnaðu fyrr í hesum mánaðinum, men nú er samband aftur millum partarnar
 
22.02.2021 - 11:24

Samband er aftur millum sálarfrøðingarnar og Fíggjarmálaráðið um verkætlanina um ókeypis sálarhjálp, sum skuldi verið farin í gongd í november í fjør. 

Tann 11. februar boðaði Fíggjarmálaráðið annars frá, at samráðingarnar vóru slitnaðar, tí partarnir vóru ov langt frá hvørjum øðrum. 

Annika Helgadóttir Davidsen, forkvinna hjá sálarfrøðingunum segði tá, at hon var ikki heilt greið yvir, hvussu hetta skuldi skiljast.

Kaj Leo Holm Johannsen, landsstýrismaður í heilsumálum, varðar av verkætlanini, og hann segði við útvarpið tann 12. februar, at hann fór ikki at góðtaka, at verkætlanin dettur niðurfyri.

Sálarfrøðingarnir hava síðani sent eitt nýtt uppskot til sáttmála til Fíggjarmálaráðið, upplýsti Annika Helgadóttir Davidsen fyri útvarpinum leygardagin. 

Jan Mortensen, stjóri í lønardeildini, vil ikki gera viðmerkingar til málið, men váttar, at samskifti aftur er millum partarnar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585