Jógvan Skorheim farin úr Sjálvstýri

Jógvan Skorheim farin úr Sjálvstýri
Tað hevur ikki eydnast at savna flokkin, sigur Jógvan Skorheim, sum eisini hevur formaður í Sjálvstýri seinastu árini
Jógvan Skorheim er farin úr Sjálvstýri
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.02.2021 - 09:16

Jógvan Skorheim sigur soleiðis í einum skrivi til fjølmiðlarnar fyri løtu síðani:

"Eg havi í dag tikið avgerð um, at eg fari frá sum formaður í Sjálvstýri, og samstundis taki eg meg úr flokkinum.

Eg havi hugsað væl og leingi um hesa avgerð, og hon hevur verið tung at taka. 

Tá ið eg gjørdist formaður fyri Sjálvstýri, hevði eg eina vón um at savna flokkin og flyta hann fram á leið eftir eitt drúgt tíðarskeið við skiftandi formonnum og ófriði. Tíverri má eg staðfesta, at tað eydnaðist ikki. Eg kenni meg ikki hava neyðugu undirtøkuna í flokkinum, og eg má ásanna, at eg havi ikki megnað at loyst mína høvuðsuppgávu, hóast eg havi lagt stóra orku í arbeiðið.

Tí havi eg tikið avgerð um at siga meg frá sum formann fyri Sjálvstýri og samstundis eisini siga farvæl til flokkin, ið eg havi verið partur av seinastu nógvu árini. 

Eg haldi fram í politikki, og næstu árini verður tað sum uttanflokka býráðslimur í Klaksvíkar kommunu. Eg brenni fyri politikki, og eg vil fegin vera við at menna Klaksvíkar kommunu og føroyska samfelagið sum heild.

Eg fari framhaldandi at leggja nógva orku í at arbeiða fyri, at Klaksvíkar kommuna er við í fremstu røð, at kommunan skapar dyggar karmar fyri vinnulívið at virka í, og at ung og gomul trívast í kommununi. 

Eg takki Sjálvstýri fyri, at eg fekk møguleikan at virka í flokkinum, og at eg fekk álitissessin at vera formaður floksins. Eg ynski flokkinum blíðan byr í komandi tíðum." 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652