Velja umboðini í Bú- og heimatænastuna av nýggjum

01.03.2021 - 13:11
AktueltPolitikkur
Velja umboðini í Bú- og heimatænastuna av nýggjum
Umhvørvis- og vinnumálaráðið sigur, at veljast skal eftir lutfalsvalháttinum
Val av limum í Bú- og heimatænastuna er á skránni fyri býráðsfundin á Tvøroyri í kvøld
 

Tvøroyrar býráð skal í kvøld velja umboð og varaumboð í Bú- og heimatænastuna í Suðuroynni av nýggjum.

Býráðið valdi annars umboðini á býráðsfundi 4. januar. 

Men umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur givið Tvøroyrar kommunu boð um at velja umboð og varaumboð í Bú- og heimatænastuna av nýggjum.

Veljast skulu tveir fastir limir og tveir varalimir í Bú- og heimatænastuna. 

Meirilutin bæði umboðini

4. januar helt meirilutin við Kristin Michelsen, borgarstjóra, á odda, fast við siðvenjuna, sum hevur verið, at meirilutin átti umboðini.

Minnilutin, umboðini fyri Javnaðarflokkin, førdu fram, at minnilutin átti annan fasta limin og annan varalimin í Bú- og heimatænastuni.

Men valið fór fram soleiðis sum meirilutin vildi.

Minnilutin í Tvøroyrar Býráð sendi málið til Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, sum hevur eftirlit við kommununum.

Niðurstøðan frá Umhvørvis- og vinnumálaráðinum var, at valið skal fara fram sambært lutfalsvalháttinum. Tað vil siga, at minnilutin hevur rætt til at velja annan fasta limin, umframt ein varalim.

Býráðsfundurin á Tvøroyri verður í kvøld kl. 19.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. juni
Guðstænasta í Skála kirkju
125379
Leygardag 12. juni
Jambalaja 120621
125359
Leygardag 12. juni
Morgunlestur leygardagur 12. juni 2021
125132
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. juni
Harmonikutreff í Vesturkirkjuni
125390
Sunnudag 13. juni
Andakt við Jóhannesi Miðskarð
125389
Leygardag 12. juni
Video: 5mf dreingir, Fjarðastevna 2021
125373
Leygardag 12. juni
Video: 5mf gentur, Fjarðastevna 2021
125369
Leygardag 12. juni
Video: 10mf, Fjarðastevna 2021
125370