- Tíðindi, mentan og ítróttur
7.000 fólk eru koppsett
7.000 fólk eru koppsett
4.211 hava fingið fyrra prikið, og 2.830 eru liðugt koppsett
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
03.03.2021 - 11:28
Í gjár vórðu 326 búfólk á ellis- og røktarheimum og sjúklingar í serligum vandabólkum koppsett. 20 fólk fingu fyrra prikið, og 306 fingu seinna prikið.
Nú eru tilsamans 7.041 koppsetingar gjørdar í Føroyum, skrivar corona.fo. 4.211 fólk eru koppsett fyrru ferð. Tað svarar til 7,9 prosent av øllum føroyingum.
2.830 føroyingar hava fingið seinna prikið, og eru liðugt koppsett. Tað svarar til 5,3 prosent av samlaða fólkatalinum. Í gjár vórðu 189 fólk í Føroyum kannað fyri koronu, men allar royndirnar vóru negativar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV