USA fær nóg mikið av koppingarevni í mai

bannari
03.03.2021 - 16:26
AktueltÚtheimurin
USA fær nóg mikið av koppingarevni í mai
Joe Biden, forseti, veit ikki, nær allir amerikanarar eru koppsettir, og hann er stúrin, nú summir statir ætla at strika allar koronuavmarkingar
Joe Biden, forseti, fegnast um, at nóg mikið av koppingarevnum verða tøk longu í mai, men er samstundis stúrin um, at summir statir ætla at strika allar avmarkingar
 

Amerikanski forsetin, Joe Biden, lovar, at USA fer at hava nóg mikið av koppingarevni seint í mai mánaði, tveir mánaðir fyrr enn væntað.

Men hann nevndi ikki, nær allir amerikanarar eru koppsettir. 

Í sjónvarpaðari røðu í gjárkvøldið segði Joe Biden, at hetta ber til, tí heilivágsfyritøkan Merck nú er farin at framleiða góðkenda koppingarevnið hjá kappingarneytanum, Johnson&Johnson.

Joe Biden segði, at landsumsitingin fer ongantíð lætt um koronuhóttanina. 

Mugu ikki slaka

Samstundis sum vit fegnast um tíðindini um triðja koppinarevnið, heiti eg á allar amerikanarar um framhaldandi at vaska hendur, halda frástøðu og brúka munnbind. Og minst til at verða koppsett/koppsettur, tá ið tú eigur tørn. Vit mugu ikki slaka nú, segði forsetin.

Hann er stúrin, nú amerikonsku statirnir vilja strika koronuavmarkingarnar. Tað kann elva til, at fleiri fara at doyggja av koronu í vár. 

Í nátt boðaði guvernørurin í Texas, Greg Abbott, frá, at kravið um at vera í munnbindi verður strikað, og tað verða fleiri onnur tiltøk eisini. 

Nú er stundin komin til at lata Texas upp 100 prosent, segði Abbott.

Allar avmarkingar fara úr gildi

Nýggju reglurnar koma í gildi 10. mars og seta úr gildi allar avmarkingar og tiltøk um alt landið, eisini í økjum, har trýstið á heilsuverkið er stórt.

Abbott heitti á fólkið um framvegis at vera varin, men vísti samstundis á, at búskapurin hjá statinum og arbeiðsmarknaðurin mugu koma á rættkjøl aftur.

Texas hevur framvegis millum størstu smittutøl í USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. mai
Breddin
124186
Mikudag 12. mai
Nón 12. mai 2021
124183
Mikudag 12. mai
Góðan morgun Føroyar
124160
Mikudag 12. mai
Morgunlestur mikudagur 12. mai 2021
124014
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 13. mai
Guðstænasta
124199
Hósdag 13. mai
Andaktin
124198
Mánadag 10. mai
3-2
124088
Sunnudag 9. mai
Andakt við Øyvindi Bjerkenes
124018
Sunnudag 9. mai
Guðstænasta í Leirvíkar kirkju.
124011