34 fingu starvsløn og trý fingu íverksetarastuðul

34 fingu starvsløn og trý fingu íverksetarastuðul
Mentanargrunnurin hevur latið tilsamans 4,5 milliónir krónur í stuðli
Marjun Syderbø Kjelnæs, rithøvundur, hevur fingið starvsløn í eitt ár
 
09.03.2021 - 10:45

Tilsamans 34 fólk hava fingið starvsløn millum eitt ár og ein mánað, og trý fólk hava fingið íverksetarastuðul frá Mentanargrunni Landsins. 

Tað boðar Mentanargrunnurin frá í tíðindaskrivi. Grunnurin fekk 117 umsóknir, og søkt var um knappar 37 milliónir krónur. Grunnurin kundi í ár lata góðar 4,5 milliónir krónur í stuðli.  

Myndlistamaðurin, Jóhan Martin Christiansen, og rithøvundurin, Marjun Syderbø Kjelnæs, fingu starvsløn í eitt ár. 

 >> SÍ EISINI Yvirlit: Hesi fáa starvslønir úr Mentanargrunninum

Grunnurin fekk 16 umsóknir til íverksetan. Hesin stuðul skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við sínum skapandi listaarbeiði.

Stuðulin er 75.000 krónur, og kann bara latast sama umsøkjara tvær ferðir.

Nevndin hevur gjørt av at lata dansaranum, Rannvá G. Niclasen, og tónlistamonnunum, Ísaki Sambleben og Jens L. Thomsen, íverksetarastuðul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628