3.000 skjálvtar í Íslandi í gjár

3.000 skjálvtar í Íslandi í gjár
Síðani midnátt eru yvir 800 skjálvar máldir á Reykjanesi
Jarðskálvtarnir byrjaðu fyrrapartin 24.februar, og vandi er framvegis fyri eldgosi
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
15.03.2021 - 09:48

Jarðskjálvtarnir halda fram í Íslandi.

Síðani á midnátt eru yvir 800 skjálvar máldir á Reykjanesi. Ein teirra, sum var klokkan stívliga eitt í nátt, var 3,2 stig.

Seinnapartin í gjár var ein jarðskjálvti, sum var 5,4 stig.

Í gjár vóru yvir 3.000 skjálvtar máldir.

Jarðskálvtarnir byrjaðu fyrrapartin 24.februar.

Vandi er framvegis fyri eldgosi. Útlendsk tíðindafólk eru komin til Íslands fyri at vera har, um eldgos skuldi komið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819