WHO hevur fund við ES um AstraZeneca

bannari
WHO hevur fund við ES um AstraZeneca
Stjórin í heimsheilsustovninum sigur, at neyðugt er við upplýsingum, nú fleiri lond er givin at koppseta við koppingarevni frá AstraZeneca
Fleiri lond eru givin fyribils at koppseta við koppingarevninum frá AstraZeneca
 
16.03.2021 - 09:32

Heimsheilsustovnurin, WHO, fer í dag á fund við evropeiska heilivágsstovnin, EMA, eftir at fleiri lond í Evropa hava gjørt av at gevast við at koppseta fólk fyri koronu við koppingarevninum frá AstraZeneca.

Stjórin í heimsheilsustovninum, Ghebreysus, sigur, at heimsheilsustovnurin hevur tørv á fleiri upplýsingum, eftir at Týskland, Frakland, Italia, Spania, Danmark, Noreg og fleiri onnur lond fyribils eru givin at nýta koppingarevnið frá AstraZeneca.

Fingið blóðtøpp

Summi hava fingið blóðtøpp, eftir at verða koppsett við evninum frá AstraZeneca, og onnur eru deyð eftir koppsetingina.

Vit hava valt at steðga á at nýta evnið frá AstraZeneca, tí óvissan er so stór, segði týski heilsumálaráðharrin, Jens Spahn, tá hann boðaði frá týsku avgerðini um at steðga á við koppingarevninum.

Hann segði seg hava fingið kunning frá serfrøðingum á Paul Ehrlich-stovninum, sum sáddi iva um koppingarevnið frá AstraZeneca.

Heilsumyndugleikarnir í fleiri evropeiskum londum hava boðað frá, at steðgað verður á at nýta koppingarevnið frá AstraZeneca, til fleiri kanningar eru gjørdar.

17 mió. fólk koppsett

Umleið 17 milliónir fólk eru koppsett við AstraZeneca í Evropa, og í farnu viku vóru umleið  40 tilburðir av hjáárinum av koppingini, vísir AstraZeneca á. Og felagið sigur, at tilburðirnir eru færri enn vanligt er, tá so nógv fólk verða koppsett.

Heimsheilsustovnurin sigur seg ikki síggja nakran vanda í koppingarevninum frá AstraZeneca, og biður londini um at halda fram at koppseta fólk, Tað sama sigur evropeiski heilivágsstovnurin, EMA.

Stjórin í WHO, Ghebreysus, sigur seg vita um tilburðirnar av blóðtøppi, men eingi prógv eru fyri, at teir stava frá koppingarevninum. Men av tí at ivin er so stórur, er neyðugt at fáa greiðu á støðuni, sigur hann.

Nýggj tilráðing hósdagin

Eftir fundin í dag við WHO, fer evropeiski heilivágsstovnurin at hava fund um støðuna, og hósdagin kemur væntandi ein nýggj tilráðing frá stovninum.

Í Svøríki og Bretlandi verður hildið fram at koppseta fyri koronu við AstraZeneca, tí í teimum londunum siga myndugleikarnir seg ikki kenna til nakra keðiliga ávirkan av koppingarevninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010