Ótolnast eftir svari frá andstøðuni

Ótolnast eftir svari frá andstøðuni
Tekur andstøðan ikki undir við broytingunum, verður upprunaliga uppskotið um tilfeingisgjøld lagt fyri tingið, sigur Jørgen Niclasen
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sóknast nú eftir svari frá andstøðuflokkunum til broytingarnar í uppskotinum um tilfeingisgjøld
 
17.03.2021 - 18:00

Andstøðuflokkarnir hava framvegis ikki svarað Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um flokkarnir taka undir við uppskotinum um tilfeingisgjald, sum hann sendi teimum í farnu viku.

Bólkurin, sum roknaði tilfeingisgjaldið út fyri landsstýrið, hevur lagað uppskotið til ynskini, sum andstøðuflokkarnir hava um broytingar í gjaldinum.

Tað uppskotið sendi Jørgin Niclasen til andstøðuflokkarnar, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, í farnu viku.

Hevur einki frætt

Jørgen Niclasen sigur í dag, at hann hevur einki frætt frá flokkunum, og tí hevur hann sent teimum skriv, har hann sóknast eftir svari, tí uppskotið skal leggjast fyri løgtingið.

Tað fæst einki endaligt at vita frá andstøðuflokkunum, men teir umrøddu uppskotið um vikuskiftið, og gjørdu sínar viðmerkingar.

Tí skuldi verið klárt at svara upp á uppskotið, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.

Fer at tosa við hinar

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn vil ikki siga stórvegis, men hon fer at tosa við hinar báðar andstøðuleiðararnar.

Tað hevur ikki borið til at fáa orðið á Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum. Hann hevur heldur ikki svarað nøkrum spurningum, sum útvarpið sendi honum tíðliga seinnapartin.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at fær hann ikki svar skjótt, og vil andstøðan ikki taka undir við uppskotinum, sum hann hevur sent teimum, so verða broytingarnar í uppskotinum tiknar aftur, og so verður upprunaliga uppskotið lagt fyri løgtingið, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887