Nú byrjar arbeiðið at gera lívfiskastøðina

Nú byrjar arbeiðið at gera lívfiskastøðina
Maskinurnar komu til Skálavíkar í gjár
Nýggja lívfiskastøðin fer eftir ætlan at veita rogn til alt virksemið hjá Bakkafrosti í Føroyum, og part av virkseminum í Skotlandi
 
21.03.2021 - 17:27

Nú verður spakin settur í fyri lívfiskastøðini í Skálavík.

Maskinurnar, sum skulu brúkast til at gera økið byggibúgvið, komu til bygdina í gjár, og fyrst í næstu viku byrjar jørðarbeiðið.

Økið, har lívfiskastøðin skal byggjast, er umleið 20.000 fermetrar stórt, og tað fer væntandi at taka útivið eitt hálvt ár at gera tað byggibúgvið.

Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri hjá Bakkafrosti.

- Ætlanin er, at byggiarbeiðið skal byrja í oktober, og í summar verður tað arbeiðið boðið út, sigur Regin Jacobsen.

Lívfiskastøðin hjá Bakkafrosti í Skálavík skal byggjast í fleiri stigum, sigur stjórin.

Fyrsta byggistigið verður liðugt um gott og væl tvey ár, og væntandi verða øll byggistigini liðug um umleið seks ár.

Tað hevur drigið út, at byrja uppá arbeiðið. Yvirfriðingarnevndin kom upp í málið, og segði, at lívfiskastøðin í Skálavík skemmaði umhvørvið.

Tillagingar vórðu gjørdar í verkætlanini, og 11. februar gav Yvirfriðingarnevndin endaligt byggiloyvi til Bakkafrost at byggja lívfiskastøðina.

Nýggja lívfiskastøðin fer eftir ætlan at veita rogn til alt virksemið hjá Bakkafrosti í Føroyum, og part av virkseminum í Skotlandi, tá støðin er liðug.

Tað fara at starvast 20 - 25 fólk á lívfiskastøðini í Skálavík, tá øll byggistigini eru liðug, sigur Regin Jacobsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010