Eldgosið ávirkar ikki flogferðsluna

Eldgosið ávirkar ikki flogferðsluna
Floghavnin í Keflavík er rætt við eldgosið á Reykjanesi
Eldgosið er nærindis floghavnini í Keflavík, men tað órógvar ikki flogferðsluna
 
22.03.2021 - 08:45

Eldgosið á Reykjanesi í Íslandi ávirkar ikki flogferðsluna, hóast floghavnin í Keflavík er tætt við eldgosið.

Beint eftir, at eldgosið byrjaði fríggjakvøldið, varð ávarað móti at brúka flogvøllin, men nakrar fáar tímar seinni setti eitt flogfar seg í øllum góðum í Keflavík. 

Í 2010, tá eldgosið var í Eyjafjallajøkli, varð neyðugt at avlýsa 100.000 flogferðir frá 14. til 25.apríl fyri øsku úr eldgosinum.

Tá Hekla fór at goysa 17.august 1980 var eitt ferðafólkaflogfar júst farið framvið - talan var um hálvan minutt -  aðrenn øska og grótbræðing kom heilt upp hagar, sum flogførini flúgva.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819