Heimaflotin skal rinda veiðigjald fyri makrel

Heimaflotin skal rinda veiðigjald fyri makrel
Formaðurin í Javnaðarflokkinum vísir á, at tað eru yvirhøvur nótaskip, sum fiska makrelkvoturnar hjá heimaflotanum
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, heldur, at heimaflotin eigur at rinda veiðigjald fyri makrelin
 
25.03.2021 - 10:36

Makrelkvotur, sum verður latnar heimaflotanum, eiga eisini at rinda veiðigjald.

Tað heldur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.

Tí hóast sagt verður, at lítil ella eingin tilfeingisrenta er at heinta hjá heimaflotanum, so eru í størstan mun nótaskipini, sum fiska makrelkvoturnar hjá heimaflotanum, sigur hann. 

20.000 tons í fjør

Heimaflotin hevur síðstu árini fingið burturav føroysku makrelkvotuni.

Í fjør fekk heimaflotin útlutað sløk 20.000 tons av makrelkvotu. Men sambært lógaruppskotinum um veiðigjøld, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur sent til hoyringar, skal veiðigjald ikki rindast av makrelkvotum til heimaflotan. 

Við einum miðal avreiðingarprísi upp á 8,20 kr/kilo, hevði tað givið umleið 33 milliónir í veiðigjaldsinntøku til landskassan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Mánadag 15. apríl
Víkingur hevur sett kósina
173736
Mánadag 15. apríl
Við eymk og fret
173715
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628