Gongd á aftur koppsetingina í næstu viku

bannari
Gongd á aftur koppsetingina í næstu viku
Pfizer-BioNTech hevur boðað donsku myndugleikunum frá, at í næstu viku verða veitingin tvífaldað. Hetta fer eisini at ávirka veitingina til Føroya
Í næstu viku verður aftur koppsett í Føroyum
 
04.04.2021 - 15:25

Tað hevur verið svikaligt við veitingunum av korona-koppsetingarevnum til Føroyar, men nú kemur gongd á aftur.

Pfizer-BioNTech hevur nevniliga boðað donsku myndugleikunum frá, at í komandi viku verða veitingin tvífaldað, og hetta fer eisini at ávirka veitingina til Føroya.

Føroyar fáa Pfizer-BioNTech 

Hjalti Gunnarstein sigur, at vit helst fáa fleiri skamtar hendavegin mikudagin ella hósdagin. Vanliga hava vit bara fingið ein bakka av koppingarevni um vikuna, viðhvørt einki. Men í komandi viku fáa vit tríggjar bakkar.

Í einum bakka eru vanliga umleið 1.300 skamtar, men nú fer talið upp móti 4.000. Danmark fær skamtar frá fleiri veitarum, bæði Pfizer-BioNTech, Moderna og AstraZeneca. 

Avtalað er, at Grønland fær koppingarevnið hjá Moderna, meðan føroyingar fáa fyrst og fremst koppingarevnið hjá Pfizer-BioNTech. 

AstraZeneca ikki komið til Føroya

Einki er komið til landið av koppsetingarevninum frá Astra Zeneca, sum danir eisini eru steðgaðir at koppseta við fyribils, tí illgruni er um hjáárin, sum kunnu elva til blóðtøppar.

Fyri at koppsetingin hjá Pfizer-BioNTech skal fáa fullan virkanð, er neyðugt at koppseta fólk tvær ferðir.

6.641 føroyingar hava fingið fyrsta prikið, og tað svarar til 12,5 prosent av føroyingum. 4129 hava fingið næsta prikið, og tað svarar til 7,8 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010