Í lagi at hækka farmagjaldið á Sandoyarleiðini

Í lagi at hækka farmagjaldið á Sandoyarleiðini
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Pálli á Reynatúgvu, løgtingsmanni
Havnin í Skopun er kommunal, men landið hevur í nógv ár fíggjað meginpartin av øllum umbyggingum og útbyggingum í Skopunar havn
 
14.04.2021 - 08:48

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, heldur tað vera í lagi, at Strandfaraskip landsins hava hækkað prísin fyri long akfør á Sandoyarleiðini, nú Skopunar kommuna krevur 336.000 kr. afturat í havnargjaldi, tí Hasfjord er komin.

Landsstýrismaðurin hevur svarað einum spurningi frá Pálli á Reynatúgvu, løgtingsmanni.

Jørgen Niclasen sigur, at landið eigur, rekur og fíggjar ferjuleguna í Skopun. 

Havnin er annars kommunal, men landið hevur í nógv ár fíggjað meginpartin av øllum umbyggingum og útbyggingum í Skopunar havn.

Landið hevur harafturat javnan ruddað grót í innsiglingini.

2,5 mió. krónur eru til lønir, so Hasfjord framhaldandi kann sigla 45,5 tímar um vikuna.

Annar rakstur verður fíggjaður við farmagjaldi, svarar Jørgen Niclasen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819