Landsbankin: Vinnan og húsarhald væl fyri

Landsbankin: Vinnan og húsarhald væl fyri
93 prosent skylda minni enn tríggjar ferðir árligu inntøkuna, og sjey prosent skylda upp móti fimm ferðir árligu inntøkuna
Nógv flestu húski skylda minni enn tríggjar ferðir árligu inntøkuna
 
20.04.2021 - 09:49

Bæði vinnan og húsarhaldini í Føroyum eru væl fyri fíggjarliga, hóast korona nú hevur herjað í meira enn eitt ár.

Landsbankin hevur gjørt ársfrágeiðing um fíggarligt støðufesti í 2020.

Síðani 2008 er eginognin hjá føroysku fyritøkunum vaksin skjótari enn skuldin, so skuldin nú í miðal fyri allar fyritøkurnar er minni enn eginognin. 

Føroyska vinnan var tí sum heild væl fyri til at taka ein tílíkan stoyt, sum Covid-19 var. 

Skylda lítið

Korona er tó ikki hasað av enn. Øktar fiskagoymslur og óvissan kunnu gera, at minni fæst fyri útflutningin í 2021. 

Húsarhaldini er eisini væl fyri fíggjarliga. Flestu húskini í Føroyum skylda lítið.

93 prosent skylda minni enn tríggjar ferðir árligu inntøkuna, sjey prosent skylda upp móti fimm ferðir árligu inntøkuna, sigur Landsbankin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012