Løgtingið til hús í næstu viku

Løgtingið til hús í næstu viku
Ætlanin er, at tingsetan skal enda 29. apríl
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, ætlar, at løgtingið skal fara til hús hósdagin 29. apríl
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.04.2021 - 08:48

Ætlanin er framvegis, at løgtingið skal fara til hús um eina viku, hósdagin í næstu viku.

Nógv mál eru eftir at avgreiða, men tíðarætlanin er tann sama, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.

Hann veit ikki um, at nakað mál er á veg í tingið nú.

Og seinasta fyrsta viðgerð var týsdagin, tá uppskotið um eykajáttanarlóg varð viðgjørt. Tað uppskotið er tingmál nummar 141 í hesari tingsetuni.

27 mál í nevnd

Enn eru 27 mál í nevndunum. Tað, sum hevur verið longst, fór í nevnd 8.oktober.

Á tingfundinum í gjár komu níggju álit úr nevndunum.

Tingfundur er í dag kl.13.30. Níggju aðru viðgerðir eru á skránni.

Tingfundur er eisini í morgin og mánadagin, týsdagin, mikudagin og hósdagin í næstu viku.

Mánadagin verður aðalorðaskifti um uttanríkismál.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819