Flogfar langtíðarleigað til Kanarisku oyggjarnar

Flogfar langtíðarleigað til Kanarisku oyggjarnar
Nýggju Airbus-flogførini hjá Atlantic Airways koma ikki fyrr enn í 2027-2028
Í framtíðini fer Atlantsflog at hava trý Airbus 320-flogfør og tvær tyrlur í flotanum
 
23.04.2021 - 16:11

Flotin hjá Atlantic Airways er nú minkaður við einum flogfari, tí í gjár fór Airbus A319-flogfarið hjá Atlantic Airways úr Føroyum.

Flogfarið verður næstu fýra árini langtíðarleigað til felagið Lattitude HUB SA á Kanarisku oyggjunum.

Í framtíðini fer Atlantic Airways at hava trý Airbus A320 flogfør og tvær AW139 tyrlur í flotanum. Tvey av flogførunum eru av slagnum Airbus A320neo, sum eru tey mest orkusparandi av sínum slag.

Tey bæði nýggju Airbus A320neo flogførini, sum skuldu koma í flotan í 2023-24, eru útsett til 2027-28, tá núverandi Airbus 320neo flogførini ætlandi verða latin eigarunum aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585