Nýggj ferðaætlan til almenna hoyring

Nýggj ferðaætlan til almenna hoyring
Erla Kongsdóttir fer aftur at avloysa á Nólsoyarleiðini, tá Ternan fer at avloysa Teistan og Sam í summar
Strandferðslan ætlar, at Erla Kongsdóttir aftur skal vera avloysaraskip á Nolsoyarleiðini í summar, tá Ternan avloysir Teistan og Sam
 
26.04.2021 - 15:18

Ferðaætlanin hjá Erlu Kongsdóttur fer nú til almenna hoyring, sigur Strandferðslan.

Eftir ætlan fer Erla Kongsdóttir aftur at avloysa á Nólsoyarleiðini, tá ið Ternan fer at avloysa Teistan og Sam, ið skulu til kravda klassing og eftirlit í mai - juli.

Stutta siglingartíðina

Strandferðslan hevur gjørt eina nýggja ferðaætlan á leiðini, sum ætlandi verður sett í verk, tá almenna hoyringsfreistin er úti.

Royndirnar við Erlu Kongsdóttur vísa, at til ber at stytta um siglingartíðina við 5 - 10 minuttum, sigur Strandferðslan.

Hetta gevur rúm fyri broyttari ferðaætlan við fleiri styttri túrum. Hoyringsfreistin til ferðaætlanina hjá Erlu Kongsdóttir er til mánadagin 3. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964