Hava borað tríggjar fjórðingar av tunlinum

Hava borað tríggjar fjórðingar av tunlinum
Ein pumpubrunnur er liðugt boraður í Traðardali, og í løtuni verður arbeitt við at gera pumpubrunnin Streymoyarmegin lidnan
Nú eru 7.954 metrar av tilsamans 10.785 metrum boraðir í Sandoyartunlinum
 
04.05.2021 - 10:08

Nú eru næstan tríggir fjórðingar av Sandoyartunlinum boraðir.

Nú eru 7.954 metrar av tilsamans 10.785 metrum boraðir, ið svarar til, at 73,8 prosent av tunlinum er borað.

Ein pumpubrunnur er liðugt boraður í Traðardali, og í løtuni verður arbeitt við at gera pumpubrunnin Streymoyarmegin lidnan.

Sandoyartunnilin er mettur at kosta 1,3 milliardir krónur. Mett verður, at 300 - 400 bilar fara at koyra í tunlinum um samdøgrið.

Gongst sum ætlað, verður seinasta skotið í Sandoyartunlinum latið av síðst í hesum árinum, og eftir ætlan verður koyrandi í desember 2023.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628