Føroysk línuskip í Eysturgrønlandi

Føroysk línuskip í Eysturgrønlandi
Kvotan er 2.150 tons av toski og 375 tons av brosmu
Fiskurin undan Eysturgrønlandi skal avreiðast um føroyskan bryggjukand. Verður landað uttanlands, er treytin tann, at fiskurin verður fluttur óvirkaður til Føroya og seldur fyrstu ferð í Føroyum
 
11.05.2021 - 09:14

Átta føroysk línuskip eru við Eysturgrønland í løtuni.

Í gjár høvdu tey fiskað 774 tons av toski og 86 tons av brosmu.

Í ár er kvotan við Eysturgrønland 2.150 tons av toski og 375 tons av brosmu.

Nú hava skipini eginkvotur. Annars hevur verið felagskvota hini árini.

Allur fiskurin skal avreiðast um bryggjukant í Føroyum. 

Avreiðast kann tó uttanlands, men tá er treytin, at fiskurin verður fluttur óvirkaður til Føroya og seldur fyrstu ferð í Føroyum.

Vørn skal góðkenna innvigingarskipanina, sum verður brúkt, tá avreitt verður uttanlands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964