SAS fær tríggjar milliardir aftrat

SAS fær tríggjar milliardir aftrat
Felagið er ikki komið úr koronukreppuni enn, og hallið hjá SAS í fjør var 1,7 mia. kr.
SAS hevur framvegis stórar, fíggjarligar trupulleikar. Seinasta peningainnspræningin er tríggjar milliardir svenskar krónur
 
27.05.2021 - 09:37

Danmark og Svøríki og nakrir stórir íleggjarar hava tryggjað flogfelagnum, SAS tríggjar milliardir svenskar krónur, so felagið ótarnað kann halda fram við virkseminum, og sleppa burtur úr koronukreppuni.

Danska stjórnin hevur játtað 1,5 milliardir kr. til virksemið hjá SAS, upplýsir danska Fíggjarmálaráðið.

Í boðunum stendur, at neyðugt er við pengunum, tí tað hevur gingið seinni enn ætlað hjá felagnum at koma aftur á rættkjøl, tí koronukreppan ger framvegis um seg.

ES nevndin skal góðkenna, at pengarnir verða játtaðir, og at játtanin er samsvarar við reglurnar um statsstuðul.

1,7 mia. í halli

SAS hevur júst almannakunngjørt, at felagið hevði 1,7 milliardir kr í halli fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár.

Arbeitt verður við eini ætlan, so norska flogfelagið, Norwegian, kann halda fram, men í minni vavi enn frammanundan.

Arbeitt hevur verið við at útvega pening til felagið. 

Í morgun lækkaði virðið á partabrøvunum í Norwegian við eini helvt, tá partabrævamarknaðurin í Oslo læt upp, skriva NTB og Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585