Biden farin á sína fyrstu uttanlandsferð

Biden farin á sína fyrstu uttanlandsferð
Amerikanski forsetin fer á toppfund hjá heimsins ríkastu londum, og hann skal eisini hitta russiska starvsbróðurin, Vladimir Putin
Joe Biden, forseti, er farin sína fyrstu uttanlandsferð
 
10.06.2021 - 13:42

Amerikanski forsetin, Joe Biden, er farin á sína fyrstu uttanlandsferð, eftir at hann gjørdist forseti. Leiðin gongur til Evropa, har hann millum annað skal á G7-toppfund.

Joe Biden byrjar ferðina í Bretlandi, hagar hann kom í gjár. Hann skal hitta bretska forsætisráðharran, Boris Johnson, og Elizabeth drotning. Í morgin og ovurmorgin er fundur við hini G7-londini á skránni. Tað er fyrstu ferð, síðani koronasmittan fór at gana, at leiðararnir í G7-londunum hittast.

Seinni í vikuni fer Biden til Brússel. Fyrst skal hann á fund við NATO, sum er er verjusamgongan millum lond í Vesturevropa og USA. Síðani fer hann á ein sjáldsaman ES-toppfund. Alment er boðað frá, at tann fundurin fer at snúgva seg um handil og tøkni.

Áðrenn Biden fer heimaftur, fer hann at hava fund við russiska forsetan, Vladimir Putin, sum verður í Genéve mikudagin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887