Christian Eriksen: "Hvussu hava tit tað dreingir?"

Christian Eriksen: "Hvussu hava tit tað dreingir?"
Christian Eriksen hugsaði meira um, hvussu hansara liðfelagar høvdu tað, tá donsku landsliðsleikararnir tosaðu við hann í dag.
 
13.06.2021 - 17:56

"Christian fekk hjartasteðg og var farin, men tað eydnaðist okkum tíbetur at vekja hann aftur til lívs við einum stoyti við hjartastartaranum. Og tað er skjótt."

Soleiðis lýst læknin á danska landsliðnum, Morten Boesen, støðuna, tá stóra stjørnan á danska fótbóltslandsliðnum, Christian Eriksen, brádliga fekk hjartasteðg og small um undir EM-dystinum móti Finnlandi í Parkini í gjár.

Hetta gjørdi Morten Boesen á tíðindafundi, sum danska fótbóltssambandið, DBU, skipaði fyri seinnapartin. 

Morten Boesen var skjótur at rósa øllum, ið hjálptu til í sera álvarsligu støðuni, eitt nú leikarunum og stadionlæknanum, ið var beiggi hansara.

Morten Boesen segði eisini, at donsku leikararnir fingu kreppuhjálp í gjárkvøldið, og tað hava teir eisini fingið í dag. 

 

Eitt fantastiskt menniskja

Á tíðindafundinum luttóku eisini Kasper Hjulmand, landsliðsvenjari, og Peter Møller, fótbóltsstjóri í DBU.

Kasper Hjulmand greiddi frá, at leikararnir høvdu tosað við Christian Eriksen umvegis ein stórskíggja, og tað høvdu teir verið sera glaðir fyri. Samtalan við Christian Eriksen var eisini beinleiðis orsøkin til, at Hjulmand sjálvur orkaði at luttaka á tíðindafundinum. 

"Tað var fantastiskt at síggja Christian smíla, og tað fyrsta, hann spurdi, var, hvussu vit høvdu tað," greiddi eijn týðiliga rørdur Kasper Hjulmand frá. 

"Tað sigur í roynd og veru alt um Christian. Ein fantastiskur spælari, men eisini eitt fantastiskt menniskja." 

Kasper Hjulmand segði eisini, at Christian Eriksen ynskti, at liðið spældi víðari í kappingini.  

"Hann skemtaði við, at viðleikararnir nokk høvdu tað verri enn hann sjálvur, tí hann minnist einki frá hendingini, og at hann annars kendi seg so mikið væl fyri, at hann umhugsaði at fara út at venja."

Møguleikin hjá leikarunum at síggja og tosa við Christian Eriksen gjørdi, at eitt ok varð lyft av landsliðshópinum, legði danski landsliðsvenjarin afturar. Men tað er einki at dylja fyri, at skelkurin situr djúpt í bæði leikarunum og starvsliðnum.

"Vit fara at royna at savna okkum aftur um uppgávuna. Tað verður ikki lætt, men hesir leikararnir eru gjørdir úr einum serligum tilfari, sum vísir tað besta við Danmark," staðfesti Kasper Hjulmand. 

 

Skeivt at spæla dystin lidnan

Kasper Hjulmand viðgekk eisini, at hann hevði samvitskubit av, at leikararnir fóru at vøllin aftur í gjárkvøldið og spældu dystin lidnan, sum teir annars taptu 1-0. Danmark fekk valið millum at spæla dystin lidnan í gjárkvøldið ella at møta upp aftur á middegi í dag. 

"Nú her í dag, so siti eg við einari greiðari kenslu av, at tað ikki var rætt, at leikararnir spældu dystin lidnan í gjárkvøldið."

Bæði Michael Laudrup og Peter Schmeichel hava funnist hvassliga at UEFA, fyri at seta bæði leikarar og leiðarar í hasa støðuna í gjárkvøldið, tí øll vóru sera skelkað av hendingini. 

Peter Møller, fótbóltsstjóri í DBU, var samdur við sínum landsliðsvenjara, at tað var skeivt at senda leikararnar á vøllin aftur. Hann vildi tó ikki finnast at UEFA, tí fótbóltssamgongan var eisini í einari trupulari støðu.

"Men eg haldi, at vit mugu syrgja fyri, at vit duga betri at lofta einari líknandi støðu, um hon nakrantíð hendir aftur," segði Peter Møller, ið eisini var rørdur av hendingini. 

Danmark spælir sín næsta dyst í EM-endaspælinum hósdagin móti Belgia, ið fekk eina flúgvandi byrjan við einum sannførandi 3-0 sigri á Russlandi. 

Christian Eriksen er framhaldandi innlagdur á Ríkissjúrkahúsinum til eygleiðingar og kanningar, fyri at fáa staðfest, hví hann brádliga fekk hjartasteðg og small um í Parkini. 

Spurningurin er eisini, um Christian Eriksen nakrantíð aftur verður at síggja á einum fótbóltsvølli sum leikari. Tað vildi Morten Boesen, lækni, ikki svara uppá, men vísti til serfrøðingarnar í hjartasjúkum á Ríkissjúkrahúsinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887