863 fólk fleiri seinasta árið

863 fólk fleiri seinasta árið
Stóru kommunurnar eiga 79 prosent av fólkavøkstrinum
1.mai búðu 53.305 fólk í Føroyum
Mynd: Hagstovan  
 
14.06.2021 - 08:55

863 fleiri fólk búðu í Føroyum 1.mai í ár enn 1.mai í fjør. Vøksturin er 1,6 prosent.

1.mai búðu 53.305 fólk í Føroyum. 

Frá 1.januar til 1.mai komu 380 fólk afturat fólkatalinum. Nettoflyting er 275 fólk og burðaravlopið 105.

Tær stóru kommunurnar, Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Runavíkar kommuna, Eysturkommuna og Nes kommuna, eiga 79 prosent av vøkstrinum í fólkatalinum, upplýsir Hagstovan.
 
Fólkatalið er minkað í níggju kommunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652