Búsetur skal byggja Sjóvinnustýrið

Búsetur skal byggja Sjóvinnustýrið
Skrivað varð undir byggisáttmálan í morgin, og bygningurin skal vera liðugur í mai 2023
Stjórin í Búsetri, Sjúrður Holm, og stjórin í Landsverki, Sgurd L. Lamhauge, skrivaðu undir byggisáttmálan um nýggja Sjóvinnustýrið
Mynd: Jákup F.S Olsen, Landsverk  
 
14.06.2021 - 14:32

Landsverk hevur gjørt sáttmála við byggifelagið Búsetur um nýggja bygningin til Sjóvinnustýrið á Giljanesi.

Skrivað varð undir sáttmálan í morgun á Fiskastykkinum í Sandavági.

Heildararbeiðstøkusáttmálin er umleið 23,8 milliónir kr.

Farið er undir at gera verkætlanina fyri byggingina. Tað arbeiðið verður liðugt í desember í ár.

Bygningurin til Sjóvinnustýrið skal verða liðugur í mai 2023.

Soleiðis fer nýggja Sjóvinnustýrið á Giljanesi at síggja út. (Mynd: ZETA arkitektar)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652