Vil hava harðari revsing - fer í landsrættin

Vil hava harðari revsing - fer í landsrættin
Ein 17 ára gamal maður fekk 10 mánaða treytaða fongsulrevsing í Føroya rætti, men ákæruvaldið vil hava harðari revsing
Ákæruvaldið hevur skotið dómin inn fyri landsrættin
 
14.06.2021 - 10:14

Ákæruvaldið fer í Landsrættin við málinum um ein 17 ára gamlan mann, sum í Føroya rætti var dømdur fyri kynslig brotsverk.

Maðurin fekk 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í Føroya rætti.

Ákæruvaldið vil hava harðari revsing.

Kravið hjá ákæruvaldinum í Føroya rætti var trý ára fongsulsrevsing, um herðingin í donsku revsilógini um revsing fyri neyðtøku eisini er í føroysku revsilógini og tvey ár, um herðingin ikki er í føroysku lógini.

Føroya rættur sigur, at herðingin er ikki galdandi í Føroyum.

Vil eisini royna ákæru um neyðtøku

Tann spurningurin er annars farin í Landsrættin í einum øðrum revsimáli, sum ikki er avgreitt har enn.

Maðurin var millum annað ákærdur fyri neyðtøku. Men hann bleiv frídømdur fyri neyðtøku.

Ákæruvaldið ætlar nú at royna ákæruna um neyðtøku í Eystari landsrætti.

Sjálvur hevur maðurin ikki skotið dómin inn fyri hægri rætt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819