UMVR: Fakfelagssamstarvið vildi ikki

UMVR: Fakfelagssamstarvið vildi ikki
Fasti gerðarrættur tosaði í vár við fakfeløg og arbeiðsgevarar um møguleika at tryggja verju ella tilbúgving í sambandi við verkfall
Nógv fólk komu saman uttan fyri tinghúsið í gjár at vísa sína misnøgd, tá Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, legði lógaruppskotið um inntriv fram
 
17.06.2021 - 08:44

1.desember í fjør bað Umhvørvis-og vinnumálaráðið formansskapin í Fasta gerðarrætti um at kanna, um til ber at tryggja, at føroyski arbeiðsmarknaðurin hevur neyðuga verju ella tilbúgving í sambandi við verkfall.

Formansskapurin í Fasta gerðarrætti tosaði við fakfeløg og arbeiðsgevarar á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Hann boðaði frá í vár, at Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið vildu royna.

Men tað vildi Fakfelagssamstarvið ikki, fekk Umhvørvis- og vinnumálaráðið at vita.

Og formansskapurin í Fasta gerðarrætti boðaði frá, at hann gjørdi ikki meira við málið.
  
Hetta stendur í viðmerkingunum um lógaruppskotið um undantøkini hjá Almannaverkinum, sum Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, legði fram í gjár. 

Hendan royndin hjá Umhvørvis-og vinnumálaráðnum var ikki gjørd í friðartíð, tá talan er um Pedagogfelagið, tí sáttmálaskeiðið hjá felagnum endaði 1.oktober í fjør. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Mikudag 17. apríl
Morgunlestur mikudagur 17. apríl 2024
173394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691