Latið verður upp fyri náttarlívi og summarstevnum

Latið verður upp fyri náttarlívi og summarstevnum
Hildið verður fast um kravdu kanningina, tá komið verður til landið, og fjórða dagin eftir komuna
Mett verður ráðiligt, at náttarlív og summarstevnur varisliga, og undir skipaðum umstøðum, kunnu byrja aftur.
 
18.06.2021 - 08:35

Løgmaður boðaði frá í gjárkvøldið, at nú kunnu náttarlívið og summarstevnurnar so smátt fara í gongd aftur. 

Hann segði, at tað heldur heilsufakligi myndugleikin, sum hesa vikuna hevur viðgjørt koronustøðuna. 

Mett verður ráðiligt, at náttarlív og summarstevnur varisliga, og undir skipaðum umstøðum, kunnu byrja aftur.

Halda fast við kanningar

Hildið verið fast um kravdu kanningina við komu til Føroya, og at fólk lata seg kanna aftur fjórða dag eftir komuna. 

Framvegis verður staðiliga heitt á øll, sum koma til Føroya, men ikki eru koppsett, um at vera sera varin, til kanningina á fjórða degi.

Og løgmaður sigur eisini, at skilagott er, at fólk lata seg kanna, áðrenn tey fara til størri privat ella alment tiltak.

Heilsufakligi mynduleikin heldur framvegis ikki, at tað er ráðiligt at fyriskipa festivalar. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819