Eingin gongd gjøgnum Lamba

Eingin gongd gjøgnum Lamba
Mykinesfólk hava avgjørt, at í ár verður eingin gongd gjøgnum Lamba, nú Landsverk hevur boðað frá, at nýggj brúgv út í Mykineshólm verður gjørd í summar
Mynd: Jens Jákup Hansen  
 
22.06.2021 - 08:05

Yvirfriðingarnevndin hevur heitt á Helga Abrahamsen, landsstýrismann, um at koma við einari friðingarkunngerð um Lamba og Dalin í Mykinesi fyri at verja lundan. 

Friðingin eigur at siga, hvussu nógv fólk kunnu ganga gjøgnum økið og nær í samdøgrinum, tey kunnu ganga har. 

Og eftirlit eigur at vera við hesari ferðsluni, mælir Yvirfriðingarnevndin til.

 

Nýggj brúgv

Mykinesfólk hava avgjørt, at í ár verður eingin gongd gjøgnum Lamba, nú Landsverk hevur boðað frá, at nýggj brúgv út í Mykineshólm verður gjørd í summar. 

Ferðafólk sleppa tí einans út á Rógvu, haðani gott útsýni er yvir lundalandið og Mykineshólm. 

Yvirfriðingarnevndin fekk í fjør áheitan frá Umhvørvisstovuni, Visit Faroe Islands, Tjóðsavninum og Havstovuni um at fara undir at fáa Lamba og Dalin í Mykinesi friðaðar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628