Koppingarevni vantar - noyðast at gevast at koppseta

Koppingarevni vantar - noyðast at gevast at koppseta
Millum 30 og 40 lond, sum skuldu fingið koppingarevni, hava einki fingið, og mugu gevast, sigur WHO
Av tí at heilivágur vantar í fleiri fátækum londum, verða tey, sum hava fingið fyrra prikið, noydd at bíða leingi eftir tí seinna.
 
22.06.2021 - 13:26

Tey flestu av teimum 88 fátæku londunum, sum fáa koronaheilivág gjøgnum Covax-ætlanina, fáa ikki nóg mikið av koppingarevni, so tey kunnu halda fram at koppseta fólk.

Tað noyðir londini at gevast við ætlanini, sigur ráðgevin í heimsheilsustovninum, Bruce Aylward, við AFP.

Av tí at heilivágur vantar, verða tey, sum hava fingið fyrra prikið, noydd at bíða leingi eftir tí seinna.

- Tí er neyðugt hjá fleiri londum at gevast við at geva fólki seinna prikið, sigur Aylward.

- Millum 30 og 40 lond, sum skuldu fingið koppingarevni frá AstraZeneca, hava ikki fingið koppingarevnið. Tey hava einki at koppseta við, og mugu gevast, sigur hann.

Triðja koronualdan í Afrika

Covax er ein altjóða koppsetingarætlan, sum skal tryggja fátæku londunum heilivág.  Tað vóru WHO, ES og Frakland, sum í apríl tóku stig til ætlanina.

India hevur fingið loyvi at gera heilivágin hjá AstraZeneca, men av tí at tilburðirnir eru so nógvir í India, hevur landið sjálvt valt at brúka nógvan heilivág, og tí er minni til hini.

Í Afrika ger triðja aldan av koronu nú um seg, og í fleiri londum sunnan fyri Sahara er bert ein av hvørjum 100 koppsettur fyri koronu.

Fleiri av ríku londunum hava bundið seg til at lata fátæku londunum koppingarevni, men tað dregur út at fáa koppingarevnið til vega, sigur ráðgevin hjá heimsheilsustovninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819