Ákærdi í knívstunguni skal í landsrættin í øðrum máli

Ákærdi í knívstunguni skal í landsrættin í øðrum máli
Maðurin, sum í gjár fekk fýra vikur í varðhaldi fyri at brúka knív, skal nú í Landsrættin í dag í einum heilt øðrum máli um grovan harðskap móti unnusti síni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
25.06.2021 - 12:25

45 ára gamli maðurin, sum er ákærdur fyri at stinga ein annan mann í armin mikukvøldið, er eisini mitt í einu máli um grovan harðskap moti unnusti síni. 

Hann fekk í Føroya rætti eitt árs treytaleysa fongsulsrevsing í hesum málinum. Men maðurin skeyt tann dómin inn fyri Landsrættin, sum skuldi viðgera hann í dag.

Dómurin er so harður, tí maðurin hevur framt harðskap oftari enn eina ferð fyrr.

 

Noktar seg sekan

Í gjár var maðurin í grundlógaravhoyring, tí hann stakk ein annan mann í armin mikukvøldið. Skurðurin var okkurt um tveir sentimetrar.

Maðurin noktar seg sekan í at hava stungið við vilja. Men tað gjørdi hann so, sigur rætturin, sum varðhaldsfongslaði mannin í fýra vikur.

Hinir tveir menninir, sum vórðu tiknir í einari íbúð í Havn seint mikukvøldið, eru latnir leysir, men teir eru framvegis skuldsettir fyri harðskap móti manninum, sum nú er varðhaldsfongslaður.


  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585