Átta mál í sera undirhaldandi áttandapartsfinalu

Átta mál í sera undirhaldandi áttandapartsfinalu
Spania spældi seg víðari til fjórðingsfinaluna í kanska mest undirhaldandi dystinum í EM higartil, tá Spania vann 5-3 á Kroatia eftir longda leiktíð
 
28.06.2021 - 19:37

Áttandapartsfinalan millum Spania og Kroatia í Parkini í Keypmannahavn hevði allan tann dramatikk, sum ein góður fótbóltsdystur skal hava. 

Nógv mál, nógvar málmøguleikar, og nógvar skálkar, men eins nógvar hetjur. 

Spania setti seg ikki óvæntað á dystin, men alt tað broyttist brádliga í 20. minutti, tá málverjin hjá Spania heilkiksaði eina afturlegging, sum rullaði í spanska málið. 

Heldur órímiliga, so bleiv unga spanska stórtalentið, 18 ára gamli Pedri, sum fekk málið tilskrivað, tí hann legði bólti aftur til Unai Simon í málinum. Men eingin ivast í, at málið átti málverjin. 

Spania fótaði sær 

Spania fótaði sær tó aftur omaná skelkin, og fekk javnað áðrenn hálvleik, tá Pablo Sarabia sparkaði bóltin í málið eftir stórt spanskt trýst. 

Spania helt fram við at stýra dystinum í seinna hálvleiki, og øll mundu halda, at dysturin var avgjørdur, tá eitt sera vælleikt spanskt álop endaði við, at Chelsea-liðskiparin, Cesar Azpilicueta, kundi stúta bótin í máli í 57. minutti. 

Og kroatiska mótbrekkan gjørdist uppaftur brattari, tá ruðulleiki í kroatisku verjuni gjørdi, at Ferran Torres í 77. minutti kundi leggja Spania á odda 3-1. 

Kroatia kom afturíaftur

Tíðin skuldi bara ganga, hildu spaniólar, men brádliga vaknaði kroatiska liðið uppaftur.

Fyrst var tað størsta stjørnan á liðnum, Luka Modric, ið fór í gjøgnum í høgru síðu og spældi bóltin innfyri, har innskifti Mislav Orsic, eftir trunkaspæl, fekk sparkað bóltin inn um mállinjuna. 

Og júst innskiftið Orsic var eisini avgerandi, tá Kroatia javnaði í yvirtíðini, tá hann sera hegnisliga legði bóltin innfyri til Mario Pasalic, sum eins hegnisliga stútaði bóltin í málið. Tá hoyrdist brádliga, hvussu nógvir kroatar vóru í Parkini.

 

Undirhaldandi umdystur

Umdysturin var eins undirhaldandi, sum tann ordiligi dysturin, tí Kroatia helt fram, har liðið slepti. Og bara ein stórbjarging av Unai Simon í spanska málinum gjørdi, at Kroatia ikki legði seg á odda beinavegin. 

Spania setti seg aftur á dystin, og stóri spælarin gjørdist innskifti Daniel Olmo, tí tvær ferðir innan stutta tíð legði hann upp til mál. Fyrst legði Olmo upp til Alvaro Morata, sum sera hegnisliga tók bóltin niður og sparkaði bóltin í málið. Og síðani spældi Olmu Mikel Oyarzabal frían frammanfyri málið, so støðan bleiv 5-3. 

Kroatia hevði ein stóran kjans, tá seinni hálvleikur av umdystinum júst var byrjaður, men so var heldur ikki meira eftir í kroatisku spælarunum. 

Spania skal nú spæla móti vinnaranum av dystinum millum Frakland og Sveis. 

 

EM-áttandapartsfinalurnar 

Leygardagin 26. juni
1: Wales - Danmark 0-4 
2: Italia - Eysturíki 2-1

Sunnudagin 27. juni
3: Holland - Kekkia 0-2
4: Belgia - Portugal 1-0

Mánadagin 28. juni
5: Kroatia - Spaina 3-5
6: Frakland - Sveis (20:00, Bukarest)

Týsdagin 29. juni
7: Ongland - Týskland (17:00, London)
8: Svøríki - Ukraina (20:00, Glasgow)

 

 Áttandanpartsfinalur 

 Fjórðingsfinalur   Hálvfinala   Finalan   Hálvfinala   Fjórðingsfinalur   Áttandapartsfinalur 

 Svøríki - Ukraina

       

Italia

Belgia

 Belgia - Portugal

 1-0

 T. Hazard (42.)

 Ongland - Týskland

 Italia - Eysturríki     

 2-1

 Chiesa (95.), 

 Pessina (105.+1)

 Kalajdzic (114)

 Holland - Kekkia 0-2

 Holes (68.), Schick (80.)

 Danmark

 Kekkia 

Spania  Frakland - Sveis

 Wales - Danmark 0-4  

 Dolberg (27., 48.)   Mæhle (88.)   Braithwaite (90+4)

 Kroatia - Spania

 3-5

 Pedri (20. s.m), 

 Sarabia (38.), 

 Azpilicueta (57.),

 Torres (77.)

 Orsic (85.), 

 Pasalic (90+2)

 Morata (100.), 

 Oyarzabal (103.)

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585