Italia er í EM-finaluni

Italia er í EM-finaluni
Italia hevur spælt seg í EM-finaluna við einum sigri á Spania eftir brotssparkskapping
"Spinazzola, Spinazzola," sungu italsku leikararnir, sum ognaðu finaluplássið til skadda Leonardo Spinazzola
 
06.07.2021 - 23:07

Italia hevur verið besta landsliðið í EM-endaspælinum, og í kvøld spældi Italia seg í finaluna, tá Italia vann á Spania eftir enn eina brotssparkskapping. 

Hálvfinalan millum Spania og Italia var ein javnur dystur, har spaniólar høvdu bóltin mest, tó uttan at hótta italska málið nevnivert. 

Álopsparturin hevur verið stóri trupulleikin hjá spanska liðnum í EM-endaspælinum, og júst evnini at seta bóltin í málið, sviku aftur í hálvfinaluni. 

Og tá Spania ikki fekk umsett stóru leikligu yvirvágina til mál, ja, so slerdi Italia til í einum klassiskum mótálopi í 60. minutti. Bólturin støkk til Federico Ciesa úr Juventus, og staddur eitt sindur til vinstru, legði Cieas fyrst bóltin hegnisliga til høgra beinið, áðrenn hann legði bóltin yvir í høgru síðu av málinum. 

Enn eitt vakurt mál hjá Italia, sum allan dystin hevði hótt við at skora við einum mótálopi, sum í dag verður kallað ein umstilling. 

Kobraslangan Morata

Tað var ilt at síggja, hvussu Spania skuldi vinna seg innaftur í dystin, tí verjan hjá Italia stóð enn einaferð sum ein bláur múrur og avvísti alt, ið nærkaðist brotsteiginum. 

Úrslitið tóktist eitt sindur órættvíst móti Spania, sum hevði spælt sín besta dyst í kappingini. 

Spanski venjarin, Luiz Enrique, royndi seg við fleiri innskiftingum, men tað tóktist ikki rigga, hóast Alvaro Morata tóktist sprelskur í álopinum. 

Og júst sum tað sá út sum, at tíðin fór at renna undan spaniólum, so slerdi Morata til sum ein onnur kobraslanga.

Morata fann brádliga ein lumma av plássi í 82. minutti, sum Bonucci og Chiellini í italsku miðverjuni høvdu gloymt eina løtu. So spældi hann eitt tvey við kanska besta spanska leikaran í kvøld, Daniel Olmo, áðrenn hann sparkaði bóltin sera trygt í málið. 1-1

Merkt av møði

Hálvfinalan varð merkt av, at spælararnir tóktist troyttir eftir eina langa kapping, og tí bleiv umdysturin eitt sindur tamur, og alt endaði við brotssparkskapping. 

Spaniólar hava brent eina ørgrynnu av brotsspørkum seinastu tíðina, og tí var Italia nokk ein lítil favorittur í brotssparkskappingini, ikki minst tí teir eisini høvdu risan Donnarumma í málinum. 

Italia byrjaði við at brenna, tá Unai Simon bjargaði brotssparkinum hjá Lucatelli. Tíverri fyri Spania, so var ikki meira orka í Daniel Olmo, tá hann skuldi geva Spania yvirtakið, tí hann sparkaði bóltin himmalhøgt uppum. 

Allir mans gjørdu sína skyldu frá brotssparksblettinum inn til Alvaro Moratta, sum næstsíðsti spanski skjútti, skuldi sparka. Donnarumma bjargaði heldur veika skotinum, og so kundi Chelsea-stjørnan Jorginho finta Simon á reyvina, áðrenn hann rullaði bóltin í málið. 

Uppiborið at Italia er í finaluni, tí tað hevur verið besta liðið í kappingini. 

 

Italia - Spania 1-1 (4-2)

1-0 Federico Chiesa (60')
1-1 Alvaro Morata (80')

Brotsspørk

Italia - Spania 4-2

0-0 Manuel Locatelli
0-0 Daniel Olmo
1-0 Andrea Belotti
1-1 Gerard Moreno
2-1 Leonardo Bonucci
2-2 Thiago Alcantara
3-2 Federico Bernardeschi
3-2 Alvaro Morata
4-2 Jorginho


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585