Eingir áskoðarar í løgtinginum

Eingir áskoðarar í løgtinginum
Áskoðaraplássini í løgtinginum vera tóm ólavsøkudag, tá nýggj tingseta byrjar.
Í fjør var eisini tómt á áskoðaraplássunum við undantaki av starvsfólkum í løgtinginum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen / savnsmynd  
 
08.07.2021 - 09:38

Formansskapurin í løgtinginum hevur avgjørt, at løgtingið ikki er opið fyri almenninginum á ólavsøku, hvørki tá tingfundurin er ella eftir fundin.

Orsøkin er korona.

Seinni verður avgjørt, hvussu verður við tingfundunum í august. 

Formansskapurin hevur eisini gjørt av, at byrjað verður aftur at skráseta uppmøtingina hjá tingmonnum á ólavsøku, tó ikki á teimum fundum, tá bara framløga er á skránni. 

Semja er eisini um, at tá tingið er liðugt at umrøða ólavsøkurøðuna, verður ikki tingfundur aftur fyrr enn í september, uttan so, at okkurt áleikandi mál er. 

Og formansskapurin hevur avgjørt, at ungdómsting verður í februar næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691