Koppsetingarbásar í Danmark standa tómir

Koppsetingarbásar í Danmark standa tómir
Danmark hevur ovmikið av koppsetingarskamtum, men koppsetingarbásarnir standa nógvastaðni tómir, tí fólk ikki skrivar seg upp til koppseting, skrivar DR.dk
 
10.07.2021 - 14:31

Tað eru serliga tey, ið skulu hava fyrra prikið, sum ikki skráseta seg. 

Okkurt bendir á, at summarfrítíðin kann vera ein orsøk til vantandi skrásetingarnar. 

Hetta hendir samstundis, sum teir 1,4 milliónir skamtum, ið Danmark hevur keypt úr Rumenia, eru komnir til Danmarkar, og øll yvir 16 ár hava fingið í boðið at lata seg koppseta. 

Nú mugu hesi so skráseta seg, ella flyta tíðina hjá sær fram, ljóðar tað frá øllum regiónunum í Danmark. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652