153 deyð í vatnflóðini í Evropa

17.07.2021 - 13:51
AktueltÚtheimurin
153 deyð í vatnflóðini í Evropa
Talið av deyðum av ógvusligu vatnflóðini í Evropa er nú komið upp á í minsta lagi 153.
Skaðarnir bera vitnisburð um, hvussu ógvuslig vatnflóðin hevur verið í Týsklandi
Mynd: AP  
 

Talið av deyðum av ógvusligu vatnflóðini í Evropa er nú komið upp á í minsta lagi 153.

Av teimum deyðu eru 133 í Týsklandi og 20 í Belgia, men stúrt verður fyri, at talið fer at vaksa upp aftur meir í báðum londunum. 1300 fólk eru framvegis ikki komin afturíaftur.

Í gjárkvøldið megnaði ein byrging í býnum Wassenberg har vesturi í Týsklandi ikki at standa ímóti trýstinum, men 700 fólk, sum vóru í beinleiðis vanda, um byrgingin fór, vóru tá longu flutt burtur úr vandaøkinum.

 

Byrgingar fyri hóttafalli

Óttast verður fyri, at upp aftur fleiri byrgingar ikki fara at megna at standa ímóti, og slúsur eru lætnar upp fyri at taka tað ringasta trýstið. Materiellu skaðarnir av vatnflóðini í Týsklandi eru risastórir.

Ringast raktu landspartarnir eru Rheinland-Pfalz og Nordrhein-Westfalen.

Í gjárkvøldið segði Malu Dreyer, forsætisráðharri í Rheinland-Pfalz, at tey fáa ring tíðindi hvønn tíma.

"Vit eru enn ikki komin hartil, at vit kunnu siga, at støðan er við at batna," segði hon á tíðindafundi í gjárkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. oktober
Morgunlestur týsdagur 26.oktober 2021
130310
Mánadag 25. oktober
Nón 25. oktober 2021
130372
Mánadag 25. oktober
Norðurljóð 25.oktober 2021
130188
Mánadag 25. oktober
Upp á tá 25 sep 2020
130370
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. oktober
3-2
130386
Sunnudag 24. oktober
Andaktin
130329
Fríggjadag 22. oktober
í Luftini við Daniu O. Tausen
130270
Hósdag 21. oktober
Hin gloymda oyggin - seinni partur
130217
Týsdag 19. oktober
VIDEO: LFB byggir ein dronubil
130041