Stórur áhugi í Danmark fyri dystinum móti Føroyum

Stórur áhugi í Danmark fyri dystinum móti Føroyum
Tey 600 atgongumerkini, sum DBU fekk til at selja til danskar fjepparar til dystin móti Føroyum á Tórsvølli, eru seld
Mynd: Savnsmynd  
 
19.07.2021 - 14:20

Áhugin fyri danska landsliðnum er nógv øktur eftir góða EM-endaspælið, og tí væntar danska fótbóltssambandið, DBU, at tað verður útselt til næstu landsdystirnar hjá Danmark, eisini dystin móti Føroyum á Tórsvølli. 

Men DBU fekk einans 600 atgongumerkir at selja donsku fjepparunum, og tey eru longu seld. 

"Vit kundu selt 10.000 atgongumerkir til dystin móti Danmark bara til føroyingar, men tíverri so hava vit einans 5.000 sitipláss," sigur Kristin Dam Ziska frá FSF við TV3 Sport. 

Dammark skal eisini spæla móti Skotlandi og Ísrael á heimavølli í heyst. 

"Vit vildu gjarna bjóðað fleiri donskum fjepparum til dystin, men tað er eisini ein stór uppliving hjá føroyingum at síggja danska landsliðið. Ta upplivingina vilja vit gjarna geva teimum. Føroyingar fylgdu væl við Danmark í Euro 2020 á sama hátt, sum føroyingar fylgdu væl við Íslandi í Euro 2016," sigur Kristin Dam Ziska. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819