Viðgera løgmansrøðuna týsdagin og mikudagin

Viðgera løgmansrøðuna týsdagin og mikudagin
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, heldur røðu fyri løgtinginum ólavsøkudag. Hetta er onnur løgmansrøða hansara
Sum vant heldur løgmaður røðu fyri tinginum ólavsøkudag. Hetta verður onnur løgmansrøðan hjá Bárði á Steig Nielsen.
 
27.07.2021 - 14:18

Løgtingið fer at umrøða ólavsøkurøðuna hjá løgmanni týsdagin 3. og mikudagin 4. august.

Sum vant heldur løgmaður røðu fyri løgtinginum ólavsøkudag.

Hetta er onnur løgmansrøðan hjá Bárði á Steig Nielsen.

Tingfundurin byrjar ólavsøkudag klokkan 13. Hann verður eftir gudstænastuna, skrúðgonguna og sangin undir tinghúsinum.

Umrøðan av løgmansrøðuni plagar at vara tveir dagar, og løgtingsformaðurin hevur sett týsdagin og mikudagin av til orðaskiftið.

Týsdagin fer tingið eisini at velja tveir limir og tveir varalimir í Norðurlandaráðið.

Maria prædikar á ólavsøku

Maria Jørðdal Niclasen, prestur, prædikar á ólavsøku í ár. 

Skipanin er, at tann elsti av teimum yngru prestunum, sum ikki hevur prædikað á ólavsøku, prædikar ólavsøkudag.

Maria Jørðdal Niclasen, prestur.

Átta prestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag, og av teimum átta hevur Maria Jørðdal Niclasen longsta starvsaldurin.

Maria er í løtuni prestur í Norðstreymoyar prestagjaldi, við sæti í Kvívík. Hon varð prestvígd í 2013, og áðrenn hon kom til Kvívíkar, var Maria prestur í Norðoya eystara prestagjaldi, við sæti á Viðareiði. 

Kvívíkskórið syngur

Siður er, at kór eisini syngur undir gudstænastuni í Dómkirkjuni ólavsøkudag. Í ár fer Kvívíkskórið at syngja, og kórleiðari er Bogi Karbech Mouritsen. 

Ólavsøkukórið, sum syngur undir tinghúsinum eftir gudstænastuna, verður væl mannað í ár. Væntandi verða umleið 180 sangarar. Bernhardur Wilkinson stjórnar kórinum. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584