Føroyar við í ES-verkætlan um aldan fisk

Føroyar við í ES-verkætlan um aldan fisk
Átta lond eru í verkætlanini, sum hevur fingið 24 mió. kr, í stuðli frá Horizon
Aliringar hjá Hiddenfjord.
 
28.07.2021 - 12:10

Føroyar eru við í stórari ES-verkætlan um fiskaaling, sum hevur fingið 24 mió. kr. í stuðli frá Horizon.

Verkætlanin eitur - stytt - Rasopta.

Føroyski parturin er serliga um fiskaheilsu.

Úr Føroyum eru Heilsufrøðiligu starvsstovan, Hiddenfjord og SMJ ráðgevandi verkfrøðingar við.

Stuðulin skal brúkast til at útbúgva 12 PhD lesandi í átta londum í Evropa.

Ein í Føroyum

Í løtuni verður søkt eftir einum PhD lesandi til Heilsufrøðiligu starvsstovuna.

Bæði vinnan og hægri lærustovnar í átta londum eru við í Rasopta.

Talan er um sjey hægri lærustovnar, tríggjar granskingarstovnar og níggju vinnufyritøkur.

Granskað verða fýra fiskasløg, laksur, síl, sandáburra og styrja.

Høvuðsendamálið at fáa breiða vitan og nýggjar loysnir, sum skulu betra vatngóðskuna, fiskaheilsuna og dygdina hjá fiski, sum verður aldur á landi, har vatnið verður resirkulerað ella endurnýtt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858