Týskland: Sosialdemokratur kann gerast kanslari

Týskland: Sosialdemokratur kann gerast kanslari
Olaf Scholz fær 44 prosent í einari nýggjari kanning
Olaf Scholz, sum er kanslaraevni hjá sosialdemokratunum, stendur seg væl í kanningunum í løtuni
 
14.08.2021 - 14:58

Óvæntað stendur sosialdemokraturin, Olaf Scholz, í løtuni til at gerast samveldiskanslari í Týsklandi eftir valið 26. september.

Ein kanning, sum sjónvarpsstøðin, ZDF, hevur gjørt, vísir, at 44 prosent av teimum spurdu vilja hava Olaf Scholz at taka við sum samveldiskanslari eftir Angelu Merkel, sum ikki stillar uppaftur.

Undirtøkan fyri Scholz er 10 prosent størri enn í einari kanning fyri 14 døgum síðani.

Samstundis hava bæði Armin Laschet úr CDU og Annalena Baerbock úr Grøna flokkinum afturgongd í kanningunum. 

Varakanslari og fíggjarmálaráðharri

Olaf Scholz er varakanslari og fíggjarmálaráðharri í samgongustjórnini hjá Angelu Merkel, og hann fór í dag undir valstríðið.

Kanningin hjá ZDF vísir, at sosialdemokratiski flokkurin hevði fingið 19 prosent, var val nú. 

Sosialdemokratarnir rógva í løtuni borð um borð við Grøna flokkin, sum eisini fær 19 prosent.

Systirflokkarnir CDU/CSU verða størstir og fáa tilsamans 26 prosent.

Tríggir flokkar skipa stjórn

Michael Reiter, sum er tíðindamaður hjá danska kringvarpinum í Týsklandi, sigur, at heldur framgongdin hjá sosialdemokratunum fram, eru góðir møguleikar fyri, at Olaf Scholz verður nýggjur samveldiskanslari.

Eru veljarakanningarnar eftirfarandi, væntar Michael Reiter, at sosialdemokratarnir, liberali flokkurin FDP og Grøni flokkurin fara at skipa stjórn eftir valið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585