Vild Maskine yvirtekur Torgard

Vild Maskine yvirtekur Torgard
Hugin Eide, sum hevur rikið forlagið Torgard, sigur, at hann gevst, tí tíðin og orkan eru ikki har longur
Hugin Eide, Rebekka Gertz Andersson og Mads Heinesen. Rebekka og Mads hava forlagið Vild Maskine, sum yvirtekur virksemið hjá forlagnum Torgard.
 
30.08.2021 - 10:22

Eftir at hava havt forlagið Torgard í 13 ár, gevst Hugin Eide við forlagsvirkseminum.

Hann hevur gjørt avtalu við forlagið Vild Maskine, sum 1.september yvirtekur allar bøkur og útgávuavtalur hjá Torgard. 

Forlagið Torgard varð stovnað í 2008. Høvuðsendamálið tá var at geva út føroyskan skaldskap í danskari umseting. 

Seinni eru komnar umsetingar úr øðrum málum enn føroyskum, og nakrar bøkur hjá donskum høvundum eru eisini komnar.

Forlagið hevur givið út yvir 70 bøkur.

Tíðin og orkan farin

Hugin Eide sigur, at hann gevst, tí tíðin og orkan eru ikki har longur. 

Hann hevur alla tíðina havt fulltíðarstarv og rikið forlagið í frítíðini fyri at fáa forlagið at bera seg fíggjarliga.

Og nú eru bøkurnar vorðnar so nógvar, at øll tíðin fer við umsiting.

Hugin Eide verður tó ráðgevi og umsetari hjá Vild Maskine.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652